Fyri trimum vikum síðan vóru starvsfólk frá Fiskaaling á vitjan hjá Norsk Oppdrettsservice í Flekkefjord í Noregi. Hetta felag sigst vera komið longst við at ala rognkelsi.
Ferðin kom í lag í sambandi við, at Fiskaaling er í eini tilgongd at ala rognkelsi ætlað til reinsifisk í alibrúkum hjá stovninum.
- Av tí at Norsk Oppdrettsservice er komið nakað longri enn vit, varð mett, at skilagott hevði verið at vitja hesa fyritøkuna og á tann hátt sloppið undan teirra byrjunartrupulleikum. Henda fyritøka arbeiðir tætt saman við Marine Harvest í Noregi, og var tað tí lagamanni hjá Ragnari Joensen at fáa hesa avtalu í lag.
Alitíðindi skriva, at Andreas Lindhom er dagligur leiðari á virkinum.
- Hann tók sera væl í móti okkum og vísti okkum runt á støðini. Ferðalagið var samt um, at vitjanin var sera áhugaverd og birtandi.
Lagt verður aftrat, at starvsfólkini hjá Fiskaaling fingu nógv at vita, sum tey kunnu brúka I framleiðsluni og avtalað varð, at feløgini koma at samskifta um gongdina hjá hvørjum øðrum.
Myndin er av stjóranum í Fiskaaling, Kristiani Petersen.