Rørsla í arbeiðstíð – ein íløga, sum lønar seg

Longri arbeiðsdagar við skrivaraborðið og telduskíggjan hava álvarsamar avleiðingar fyri heilsu, trivnað, sjúkradagar og effektivitet. Ein uppløgd loysn uppá problemið er at røra seg í arbeiðstíð – uttan at tað kostar í løn.

 

Gransking vísir greitt, at rørsla í arbeiðstíð gagnar bæði arbeiðsgevara og starvsfólki. Tú fært øktan trivna, færri sjúkradagar, minni strongd, øktan produktivitet og betri heilsu. Og almenna bretska heilsuverki NHS og týska flutningsfyritøkan DHL hava longu prógvað, at rørsla í arbeiðstíð gagnar bæði arbeiðsplássi og starvsfólki.

 

Hvussu gera vit?

Tildømis kunnu starvsfólk fáa tríggjar tímar um vikuna til fitness, gongutúrar ella innandura fótbólt í arbeiðstíð, uttan at tað kostar teimum løn. Hetta kann ljóða sum reint luksus, men hetta er eitt neyðugt stig, um vit ynskja betri trivna, færri sjúkradagar, minni strongd og øktan produktivitet.

 

Tað er upplagt at byrja á almenna arbeiðsmarknaðinum, har kommunur og stovnar eiga at ganga undan. Vit tosa jú altíð um at betri trivnað, færri sjúkradagar og at tryggja longri tíð á arbeiðsmarknaðinum. Og haldgóð gransking vísir greitt, at rørsla í arbeiðstíð er vegurin fram.

 

Barnafamiljur serliga hart raktar

Hetta er serliga týdningarmikið fyri barnafamiljur, sum er okkara størsta mangulvøra í Føroyum. Og somuleiðis er barnafamiljan tann samfelagsbólkurin, sum stríðist mest við at fáa gerandisdagin at hanga sama .

 

Ein gerandisdagur hjá foreldrum er ofta fullur longu, áðrenn dagurin er byrjaður. Fyrst skalt tú koyra børnini í barnagarð ella skúla, síðani arbeiða til klokkan 16. Tá skalt tú drøna avstað fyri at heinta børnini, keypa inn og gera nátturða. Tá nátturðin er etin, hava tit kanska tveir tímar saman sum familja, áðrenn børnini skulu í song. Tá er klokkan longu 21, og um tú ætlar at venja eftir tað, er luftin farin úr ballónini. Tískil er rørsla nærmast ógjørlig fyri nógvar familjur, uttan at rørslan er í arbeiðstíð.

 

Loysnin er einføld

Gev starvsfólki tríggjar tímar um vikuna til rørslu í arbeiðstíð. Hetta fer ikki bara at betra um heilsuna hjá starvsfólkunum – tað fer at geva teimum meira orku og hug at vera á arbeiðsmarknaðinum longri. Sjúkradagarnir fara niður, og trivnaðurin fer upp.

 

At betra um heilsu og trivnað hjá teimum, sum hava sitandi arbeiði, er ikki bara ein skylda hjá arbeiðsgevarum– tað er ein íløga í okkara fólk, okkara familjur og okkara framtíð.


Vinarliga

Hergeir Staksberg