Fuglafjarðar býráð hevur á fundi tann 26. november sett Rønn Eliasen í starv sum mentanarleiðara í Fuglafjarðar kommunu.
Býráðið hevur síðani í vár verið í tilgongd, har mentanarøkið í breiðastu merking - eisini við atliti til vinnuna - er lýst og kannað. Býráðið setti bólk við lokalum "serfrøðingum" við tí fyri eyga at lýsa økið av nýggjum. Bólkurin arbeiddi bæði skjótt og væl, og um miðjan juni løgdu tey fram rúgvusmikið tilmæli fyri kommuna.
Nú sæst so fyrsta úrslitið. Kommunan hevur sett Rønn Eliasen í starv sum mentanarleiðara í kommununi. Rønn Eliasen, sum er fuglfirðingur, búsitandi í Syðrugøtu, er 44 ára gomul og útbúgvin BA int. frá Copenhagen Business School og hevur lisið Cross Media Communication á Københavns Universitet.
Hon hevur eisini drúgvar royndir sum verkætlanarleiðari innan marknaðarføring, samskifti, mentan og strategiska menning. Rønn hevur starvast hjá Føroya Tele, hjá samskiftisfyritøkuni Sansum og á blaðnum Kvinnu.
Rønn Eliasen tekur við starvinum 1. januar 2016.









