Góðan dag øll somul!
20.000 kilometrar eru lagdir afturum, ella tað sum svarar til hálva jarðarknøttin. Tað er tað sum Livar Nysted hevur megnað. Ikki “eina Guinness rekord”, ikki “tvær Guinness rekordir”, heldur ikki “trýggjar”, men heilar 5 Guinness rekordir upp á so stutta tíð. Tá ið ein persónur megnar slíkt, má hann vera gjørdir úr serligum tilfari. Tað eru ikki fyrst og fremst úrslitini, men vegurin til úrslitini, ið ein skal læra at elska. Tað krevur ikki bert vilja, íðkan, úthaldni og sálarliga styrki, men sanniliga eisini eina góða familju, sum stuðlar og eggjar einum at náa málsetninginum.
Góði Livar!
Tú ert tann fyrsti persónurin sum hevur róð tvey ymisk høv sama árið. Fyrst yvir Altanshavið í januar-februar í ár, og síðani nú Indiska havið. Hetta kann eingin nakrantíð taka frá tær. Vit kunnu sum land av sonnum vera errin av, at vit eiga ein persón, ið hevur verið við til at skriva heimssøgu. Eg trúgvi, at tað sum tú hevur megnað, er størri enn tað sum tú beint nú gevur tær far um. At skriva heimssøgu, hendir ikki hvønn dag, og tá ið tú umboðar eitt so lítið land sum okkara, so er hendan hendingin í heimssøguni enn størri fyri okkum.
Tín fyrimynd eigur eisini at læra okkum nakað. Vit kunnu gera mun, og vit kunnu røkka teimum málum, ið vit seta okkum fyri, um bert vit hava vilja og áræði til at taka tung tøk.
Góði Livar!
Eg fari at ynskja tær hjartaliga til lukku við hesum heilt einastandandi flotta bragdi. Hóast tú er Sundamaður við stóra “S”, so føla vit í Klaksvík, at vit eisini eiga eitt lítið sindur í tær
Eisini vil eg ynskja tínum samrógvara, Stuart Kershaw, hjartaliga til lukku við flotta úrslinum.
Dear Stuart!
On behalf of Klaksvik city counsel, I want to congratulate you for this big achievement. This is definitely a milestone in your life, but never the less this is also a milestone in the history of ocean rowing. It is our pleasure to have you here in the Faroe Islands, and we wish you all the best in your perseverance for furture achievements.
Sum áður nevnt, so stendur eingin persónur einsamallur, og tí vil eg eisini takka øllum teimum mongu, ið á ein ella annan hátt hava stuðlað Livari, soleiðis at alt hetta kundi lata seg gera.
Eisini vil eg ynskja konu Livari hjartaliga til lukku við bragdinum hjá Livari, tí uttan iva eigur tú stóran lut í flottu avrikunum hjá manninum.
Eg vil til seinast ynskja tykkum báðum alt tað besta, og víðari eydnu, ið strembanini eftir hægri úrslitum.
Takk fyri, og enn einaferð hjartaliga til lukku.










