##med2##
Tað var ein sera vøkur røða – bæði politiskt og diplomatiskt – sum Joe Biden forseti helt undir vitjan síni í Póllandi í gjár.
Men síðst í røðuni fóru kenslurnar eftir øllum at døma við honum, tá hann við tilsiping til forsetan í Russlandi segði, at »fyri Guds sakir, hesin maðurin má ikki vera sitandi við valdið«.
Soleiðis er metingin hjá Friis Arne Petersen, sum er fyrrverandi danskur sendiharri í millum annað USA og fyrrverandi stjóri í danska uttanríkisráðnum.
Endin á røðuni er tulkaður sum ein amerikonsk áheitan um, at Vladimir Putan skal seta frá valdinum í Russlandi.
Men síðani hava fólkini kring Biden drigið í land aftur.
– Tað er heilt greitt nakað, sum fólk geva sær far um, tí tað er ikki amerikansku politikkur, og tað kemur eisini skjótt fram aftaná frá amerikanskari síðu, sigur Firiis Arne Petersen.
Bæði amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, og tjóðskaparliga trygdarráðgevin Jake Sullivan hava síðani lagt dent á, at eitt stjórnarskifti í Russlandi ikki er amerikanskur politikkur.
– Eg haldi, at hann er eitt sera sterkt moralskt og kristið menniskha, og at røðan, hann helt í Póllandi, er so sterk og so væl skrivað, at kenslurnar fóru við honum.
– Tað er meira eitt kensluborin, moralsk áheitan enn eitt ynski um at vísa ein annan moralskan politik enn tann, landið alment hevur, sigur Friis Arne Petersen um endan á røðuni hjá Biden.
Hann vísir á, at útsøgnin um, at Putin ikki kann vera sitandi við valdið, úr einum diplomatiskum sjónarvinkli, er váðin.
– Tað hevur týdning at fáa beint burtur ta fatanina, sum setningur hava hjá Russlandi og restini av heiminum. Tí vandi er fyri, at tað fer at spæla tann øvugta vegin, sigur Friis Arne Petersen.
Biden hevur áður umrøtt Putin sum ein krígsbrotsmann, tyrannur og bøðil. Og tað eru viðmerkingar, sum Russland hevur givið gætur, metir Friis Arne Petersen.
– Nógv mótstøðufólk – tey sum tú skalt royna at vinna aftur – kunnu bera seg at negativt av slíkum málburði.
– Tí er tað í nógvum statsmanskunsti vera tørvur á javnvág, moderatión og argumentatión fram um harðar útsøgnir, sigur Arne Friis Petersen.
Av somu rsøk hevði tað týdning, at Biden í røðu síni millum annað greiddi frá, hvussu tiltøkini hjá Vesturheiminum móti Russlandi raka russisku oligarkarnar og valspersónar, sum stýra krígnum í Ukraina, vísir fyrrverandi sendimaðurin á.
/ritzau/