Rodrigo komin til Klaksvíkar

KÍ hevur funnið suðuramerikanskan styrk til álopið hjá sær í ár. Felagið hevur gjørt avtalur við brasilska Rodrigo og argentinska Jonathan Tridente

Fríggjadagin kom Rodrigo til Klaksvíkar. Hann skuldi koma hósdagin, men mátti gista í Keypmannahavn, meðan ódnin leikaði í kring oyggjarnar.

Lokalblaðið Norðlýsið var til fyrstu venjingina hjá Rodrigo. Venjingin var í KÍ-høllini, og blaðið heldur, at Rodrigo hevði góðan bóltførleika.

Jonathan Tridente kemur til Klaksvíkar seinni í hesum mánaðinum.