Fótbóltslagið er gott millum KÍ viðhaldsfólkini, nú klaksvíkingar hava tvífaldað leiðsluna, sum nú er 2-0 ímóti B36.
Í seinna førinum var tað aftur Rodrigo, sum var málskjútti. Hann sneiddi framvið Meinhardi Joensen í B36 málinum, áðrenn hann trillaði bóltin í tóma málið.
Møguleikin stóðst mest sum burtur úr ongum. Klæmint Matras royndi í vandaleysari støðu við høvdinum at leggja bóltin aftur til Meinhardt Joensen, men Rodrigo kom ímillum.
22 minuttir vóru farnir, tá ið Rodrigo skoraði fyri aðru ferð.
Tað er annars B36, sum hevur bóltin nógv størsta partin at tíðini.