So er kappróður aftur á skránni. Fyrsta umfar í heystkappingini í Ódnartøkum verður í Miðvági í dag klokkan 16. Hetta er fyrstu ferð, at Ódnartøk verða róð í Miðvági. Heystkappingin er skipa við trimum umførum. Annað umfar verður í Runavík 12. september, og seinasta umfarið verður í Havn 26. september. Tiltøkini eru ókeypis at hyggja síggja, siga fyrireikararnir.
Í Miðvági verður róð frá kaiini inn móti sandinum. Teinurin er umelið 150 metrar svarandi til eini 30 tøk. Hvør riðil rør tríggjar ferðir sama dag, og vinnarin av umfarinum er tann, sum stendur seg best samlað fyri dagin.
Tann, sum hevur klárað seg best hvønn einstaka dag vinnur fyri tann dagin og fær stig eftir RSF stigatalvuni. Eftir teir tríggjar róðrardagarnar vinnur tann, sum hevur klárað seg best tilsamans.
Startrøðin hjá bátunum er henda:
5. Mannafør barnaródur
10 Beinta gentur
9 Ørnin dreingir
8 Havfrúgvin dreingir
5. Mannafør gentur
9 Blikur
8 Sílið
6. Mannafør menn
13 Herningur
12 Víkingur
11 Lómur
10 Jarnbardur
9 Páll Fangi
8 Rádni
7 Gongurolvur
6 Riddarin
5 Skúgvur
5. Mannafør kvinnur
10 Ørnin
9 Testin
8 Drekin
5. Mannafør dreingir
10 Beinta
9 Frúgvin
8 Tjaldur
6. Mannafør kvinnur
9 Sølmundur
8 Skúgvur
8. Mannafør
9 Argjabáturin
8 Miðvingur
Høvuðsreglurnar fyri róðrnarnar eru hesar:
• Róðurin ódnartak er umleið 140 metrar langur.
• Hvør manning/bátastødd rør tríggjar ferðir sama dag. Stig verða latin smb. RSF stigatalvuni fyri hvønn róður.
• Tann báturin, sum fær besta úrslit fyri dagin, fær stig eftir RSF stigatalvuni eftir samlaða úrslitinum fyri dagin. Vinnur td. ein bátur allar 3 róðrarnar hann luttekur í, fær hann 21 stig, men tá gjørt verður upp fyri dagin, fær hann 7 stig smb. RSF stigatalvuni. Báturin, sum hevur næstbesta úrslit, fær 6 stig osv. Stendur á jøvnum fyrsta og annan róðrardagin fáa báðir sama stigatal.
• Tá allir tríggir róðrardagarnir eru avgreiddir, er tann vinnarin, sum hevur klárað seg best allar tríggjar dagarnar. Stendur á jøvnum eftir seinasta róðrardag verður umróður millum teir sum standa á jøvnum.
• Talt verður niður áðrenn start. Tjóðstartur verður fráboðaður tá komið er á mál.
• Somu aldursmørk eru galdandi, sum til Kappróðrarárið 2015.