Róðrarfestivalur á Argjum

Leygardagin skipar Róðrarsamband Føroya fyri róðrarfestivali, ið skal seta kappróður og fyrireiking til komandi kappingarár í fokus.

Leygardagin 2. mai skipar Róðrarsamband Føroya fyri róðrarfestivali, ið skal seta kappróður og fyrireiking til komandi kappingarár í fokus.

 

Festivalurin verður í gamla skúlanum á Argjum og byrjar klokkan níggju leygarmorgunin, tá bjóðað verður vælkomin og greitt verður frá Róðrarsambandinum og hvør situr har, umframt at dómararnir fara at greiða frá sínum arbeiði, um kort, fløgg og aðra útgerð.

 

Eisini eru doping, fyrstahjálp, kostráðgeving og venjing, teoretisk og praktisk undirvísing fyri róðursmenn á skránni, umframt ítróttarsálarfrøði.

 

Gjøgnum dagin eru onkrir steðgir, umframt at matarsteðgur og millummáli eru, áðrenn endað verður við døgurði klokkan 18, har eisini undirhald er á skránni.

 

Pláss er fyri hálvtannaðhundrað fólkum á róðrarfestivalinum, og Róðrarsambandið heitir á luttakararnar um at hava innandura venjingarklæði við sær.