Eigaraskifti
P/F Højgaards Handilsvirki við Fjøruvegin í Runavík, sum hevur sínar røtur heilt afturi í fimtiárunum, tá ið Hans Olivur og bróðurin, Ingvard Højgaard, vóru í vælmaktini, hevur skift eigara.
Tað er partafelagið KN, sum hevur keypt felagið og teir, sum standa aftanfyri felagið, eru Rodmundur Nielsen, sum eisini er borgarstjóri í Runavíkar kommunu og Jónsvein Knudsen, sum er skipaeigari og reiðari.
Navnið KN stendur fyri Knudsen og Nielsen.
Stjórin í Højgaards Handilsvirki seinastu árini, Hans Jacob Hansen, er vælnøgdur við, at fólk í økinum vilja føra fyritøkuna víðari, og nú virksemið er selt, ynskir hann at takka starvsfólkum og viðskiftafólki fyri gott samstarv. Samstundis ynskir hann nýggju eigarunum góða eydnu framyvir.
Jónsvein stjóri
Rodmundur og Jónsvein eru samdir um, at Jónsvein verður stjóri í partafelagnum og í Timburhandlinum. Í nevndini í felagnum verða annars konurnar hjá teimum báðum, Ady Knudsen og Eyð Nielsen.
- Keypið er framt, men enn eru ikki allir formalitetir komnir upp á pláss, sigur Rodmundur Nielsen, sum væntar, at Eyð verður nevndarformaður í partafelagnum KN.
Ætlandi varð nevndarfundur í felagnum í gjár, har tosast skuldi víðari um, hvussu tey eitt nú skulu skipa seg.
Bæði seljari og keypari eru samdir um, at keypsprísurin verður ikki almannakunngjørdur.
Rodmundur Nielsen sigur, at hann og Jónsvein hava tosað við eigararnar av timburhandlinum soleiðis av og á síðan fyrst í hesum árinum, og nú eru so øll viðskifti í sambandi við keypið komin upp á pláss.
Eingin uppsøgn
Jónsvein Knudsen sigur, at tey sum nýggir eigarar høvdu fund við starvsfólkið í timburhandlinum mikudagin, har kunnað varð um handilin, og hetta var ein góður fundur, sum hann tekur til.
- Vit fara ongum at siga úr starvi, og vit hava ongar ætlanir um at umskipa virksemið stórvegis.
Hann væntar, at KN fer at geva sær góðar stundir at hyggja øll viðurskifti ígjøgnum, og sum tíðir líður, væntar hann, at nýggja felagið, sum nú eigur P/F Højgaards Handilsvirki, onkusvegna fer at seta síni fingramerki á virksemkið.
- Eini 26-28 fólk starvast hjá P/F Højgaard Handilsvirki, og vit ætla, at hetta framhaldandi skal vera eitt gott og stabilt arbeiðspláss, sigur Jónsvein Knudsen, stjóri í partafelagnum KN.









