Fyrrverandi høvuðsvenjararin hjá Liverpool, Brendan Rodgers hevði kunnað tørnað til í einum øðrum venjarastarvi, aftaná samstarvið millum hann og Liverpool endaði í fjør heyst.
Fimm ymisk venjarastørv hava staðið norðurírska Brendan Rodgers í boði, men hann hevur valt ikki at taka við nøkrum venjarastarvi.
Millum feløgini, sum ynsktu at seta hann í starv er gamla felagið hjá Brendan Rodgers, Swansea, sum ynskti at fáa hann at taka við starvinum aftaná Garry Monk, men Brendan Rodgers tók ikki av tilboðnum.
- Eg havi havt fimm møguleikar at koma í starv, sum venjari aftur aftaná samstarvið við Liverpool endaði. Talan var í hvørjum føri um fótbóltsfeløg, sum eg havi stóra virðing fyri, men eg trongdi til at fáa frí frá fótbólti eitt tíðarskeið, sigur Brendan Rodgers í samrøðu við enska blaðið "Daily Mail".
Brendan Rodgers heldur, at hann er nú til reiðar at tørna til aftur, sum venjari komandi kappingarár. Brendan Rodgers undirstrikar, at tá samstarvið millum hann og Reading steðgaði í 2009 tók hann sær eisini av løttum eitt tíðarskeið, og tað kom væl við, tá hann við fullari megi byrjaði, sum venjari hjá Swansea.









