Rockur og rásarúm

"Ongin, sum sleppur at buka mínar trummur, fer út á gøtuna at buka fólk av", sigur Karl Anton Klein, tónleikalærari.

Anna V. Ellingsgaard
ave@post.olivant.fo
??????????????????


Tá vit komu inn her fyri góðum tveimum árum síðani, var øll hæddin, sum hon var, eitt slumm, sigur Karl Anton Klein, ið um-situr venjingarhølini á ovastu hædd á Margarinfabrikkkini í Havn. Og eg skilji væl at hølini ongan góðan áttu, tí her var onki at vera góður við. Myrkir og daprir litir á veggunum, óruddiligt og illa hildið. Avgjørt ikki eitt hugaligt stað at skapa list í. Men her vóru nakrir møguleikar, sum eg ikki vildi lata gleppa okkum av hondum. Og við stórari vælvild frá Tórshavnar Býráð og eini rúgvu av øðrum góðum kreftum gjørdist slummið til ein virkna tónlistarligan miðdepil - tann einasta av sínum slag í Føroyum.
Karl Anton gjørdist leiðari og ART, Áhugafelag Rocktónleikarana, gjørdi sína innrás. Ein partur varð innrættaður til undirvísingarhøli, meðan ymsir tónleikabólkar fingu til uppgávu at seta tey 7 venjingarhølini í stand.
Rásarúm
Tað var her, bólkar sum McHár, Fluffy Toys, Hatespeach, All That Rain, Mold, Makrel og aðrir fingu luft undir veingirnar. So teir 50 næmingarnir og 7 tónleikabólkarnir, sum halda til í húsinum, hava okkurt at síggja fram til. Og longu í næsta mánað fara tveir av bólkunum, 48 Pages og Speaker, til Ísland at royna seg.
Tað kann ljóða nakað buldraligt, men tað er bæði stuttligt og læruríkt at fáast við hesi ungu, sigur Karl Anton. At tað skal vera so strævið og ótakksamt at fáast við ung fólk, sigur meir um tey, sum siga tað, enn um tey ungu. Gev teimum tíð og góðar umstøður at gera tað, tey duga og tíma. Lat tey sleppa at brúka sína orku og sítt hugflog til at skapa nakað, so tey sleppa frá at fara út á gøturnar at sláa seg leysan. Eg eri púra vísur í, at ongin, sum sleppur at buka mínar trummur, fer út at buka nakra ommu á gøtuni.
Fyri at alt skal ganga so lagaliga fyri seg sum gjørligt, er sjálvandi neyðugt við reglum. Vit hava eina einfalda meginreglu, sum sigur, at ongin skal vera til ampa fyri nakran annan, hvørki fyri okkum inni í húsinum ella fyri grannarnar. Tað merkir millum annað, at vindeygu skulu vera latin aftur, tá vit tey venja og at ongin skal ganga og mala fullur runt herinni. Og forrestin hava vit eisini roykiforboð, og tað er heldur ongin trupulleiki.
So jú, jú. Her er skil í, men fyrst og fremst spæla vit tónleik og hava tað stuttligt, meðan vit ganga og droyma um at fáa munandi meir rásarúm, sigur Karl Anton.
Nógvir um boðið
Tónleikabólkarnir, sum húsast her, gjalda 600 kr um mánaðin og hava so sjálvir ábyrgdina av teirra høli. Í samráð við Karl Anton kunnu teir lána hølið til aðrar bólkar, og teir eru altíð nógvir um boðið.
Men hvørja viku má Karl Anton siga nei, tá vónarríkir ungir tónleikarar koma at spyrja um eitt høli at venja í. Hevði eg so um ikki annað kunna víst teimum á onkur onnur høli, men tað fái eg heldur ikki, tí tey finnast ikki. Tað einasta, eg kann ráða teimum til, er at spyrja onkran vinarligan skúlastjóra, um ikki onkur skúlastova stendur tóm um kvøldarnar. Men tað letur til, at tú skalt vera meir enn vanliga heppin, um tað eydnast.
Eg unni ítróttinum hvørja einastu krónu tey fáa, men eg skilji ikki, hví tað skal vera so stórur munur á um-støðunum, tey ymsu frítíðarvirksemini hava at virka í. Spælir tú til dømis hondbólt her í Havn, hevur tú eini tríggjar stórar og góðar hallir at velja ímillum. Og skal tú spæla dyst í vikuskiftinum móti Stjørnini, verður tað í eini høll, har tað er pláss fyri, at fleiri hundra áskoðarar kunnu koma at hyggja. Sami hondbóltsleikari spælir kanska eisini guitar í frítíðini. Tá hann fer at venja tónleik, hevur hann bara eitt stað at velja í, um hann also er ein av teimum hepnu. Og hann skal hava rættiliga spískar alboðar, skal hann sleppa framat í onkrum av teimum størru mentanarhúsunum at framføra sín tónleik.
Mugu byrja onkustaðni
Við at gera umstøðurnar hjá ungum tónleikarum so truplar, siga vit samstundis við tey, at vit ikki rættiliga taka tey og teirra dreymar í álvara. Og eg skilji væl, um tey ikki tíma at brúka meir orku uppá nakað, myndugleikarnir halda vera tað bera tvætl.
Onkustaðni hongur hetta als ikki saman, tí vit eru jú øll sera errin av teimum føroysku tónleikarnum, sum seinastu árini hava staðið ovast á breddanum herheima og uttanlanda. Men onki kemur av ongum. Eg haldi at vit gloyma, at sjálvt teir best vælumtóktu og dugnaligastu tónleikarnir eisini máttu byrja onkustaðni. Teirra avrik eru ikki bert eitt úrslit av serligum tónlistarligum gávum. Tí uttan stimbrandi lærarar og góðar umstøður høvdu tey jú ikki havt møguleika at ment hesar gávur.
Onki at bíða við
Eg tími ikki at grenja, sigur Karl Anton, men tað hevði verið hugaligt, um vit høvdu líka stóra ávirkan á kommunir og býráð, sum ítróttarfeløgini hava. Sum er, hava vit ein bráfeingis tørv á eini 30 venjingarhølum afturat. Ongin sigur, at tað skulu vera stásilig høli, sum kosta milliónaupphæddir. Men eg skilji ikki, hví man ikki hevur tónleikin í huga, tá skúlar verða bygdir ella umvældir. Tað er eitt sindur løgið, at fimleikarhøllir og serhøli av alskyns slagi hava sítt sjálvsagda pláss, meðan tónleikurin ongantíð rættiliga sleppur framat.
Ongum nýtist at bíða eftir ágrýtnum og dugnaligum tónleikarum. Teir eru her hvønn dag og summir longu á veg upp á teir stóru pallirnar ella út í heim.
Eg vildi bara ynskt, at allir teir, sum standa og bíða eisini skjótt fingu møguleikan, sigur Karl Anton Klein, at enda.