David Bowie er júst farin um tey 66 árini og hann helt dagin við at geva út single á iTunes.
Hetta er fyrsta útgávan frá rockhetjuni síðani 2003.
The Next Day sigst koma á iTunes um stutta tíð.
Men sum ein brellbiti varð lagið Where Are We Now lagt út týsagin, á sjálvum føðingardegnum.
Hervið telist røðin av studioútgávum hjá Bowie 30 í tali.
Bowie hevur selt fleiri enn 130 milliónir eintøk av útgávum sínum, síðani hann byrjaði tónleikaleiðina í 1967.










