Søgurnar um, at Robinho hevur verið ávegis til Chelsea seinastu vikurnar hava verið nógvar og drúgvar. Á seinasta degnum, áðrenn flytingarvindeygað lat aftur varð tó almannakunngjørt, at brasilianski landsliðsleikarin skal spæla við Manchester City í hesum kappingarárinum.
Mongu søgurnar um Chelsea hava eftir øllum at døma fingið stóra ávirkan á framherjan. Í øllum førum, um metast skal frá tíðindafundi í Manchester í gjár.
- Chelsea kom við einum góðum tilboði á seinasta degnum, og eg valdi at taka av, segði hann við undrandi tíðindafólkini, sum sóu at, áðrenn ein teirra spurdi:
- Tú meinar við Manchester City, ikki so?
- Nå jú, svaraði Robinho.
Hetta skrivar danska Tipsblaðið.