Tað hevur gingið av skriðuni hjá Robin van Persie hetta kappingarárið, sum annars hevur skotið nógv mál í Premier League, síðani 2004. Fyrst fyri Arsenal, og síðani fyri Manchester United. Men hetta kappingarárið eru tað bara blivin til 10 mál fyri framherjan, sum er sera lítið mett við onnur ár.
Sambært enska blaðnum "Sun" hevur Robin van Persie verið á kreppufundi við spælaraumboðsmannin hjá sær, Kees Vos. 31 ára gamli Robin van Persie hevur bert eitt ár eftir av sáttmálanum hjá sær á Old Trafford, og sum tað gongur nú eru ikki nógv tekin um, at sáttmálin við Manchester United verður longdur.
Í fjør skeyt Robin van Persie 18 mál í einum søguliga vánaligum kappingarári hjá Manchester United. Fyrraárið, tá United vann sítt higartil seinasta meistaraheitið, skeyt Robin van Persie heili 30 mál, og tí er givið, at leiðslan og áskoðararnir á Old Trafford er alt annað enn nøgd. Brenda brotssparkið í heimadystinum ímóti West Bromwich Albion, har United tapti 0-1 gjørdi ikki støðuna betri fyri Robin van Persie.










