Robin Cook deyður

 Robin Cook hevði sjáldsamar gávur, sigur bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, um gamla uttanríkisráðharran. Teir vóru minni enn so samdir í øllum.
Fyrrverandi bretski uttanríkisráðharrin Robin Cook doyði um vikuskiftið. Hann small, meðan hann var á gonguferð í skotska hálendinum saman við konuni. Hann var 59 ára gamal.
Robin Cook varð fyrstu ferð valdur í Undirhúsið í 1974, og hann var uttanríkisráðharri frá 1997 til 2001. Hann var ein íðin talsmaður fyri, at NATO skuldi leggja upp í borgarakríggið í Kosovo fyri at gera enda á serbiska áganginum har. Harafturímóti var hann harðliga ímóti avgerðini hjá Tony Blair at fara í kríggj við Irak, og tí gjørdi hann av at fara frá sum formaður í tingbólkinum hjá arbeiðaraflokkinum fyri tveimum árum síðani.
 Sum uttanríkisráðharri var Robin Cook nógv avhildin, og hann hevði stóra ávirkan á ráðharraráðið hjá ES. Hann dugdi væl at leggja síni sjónarmið fram og at grundgeva fyri sínum áskoðanum, men hann dugdi eisini væl at samansjóða prinsipp og tað rímiliga, sigur Javier Solana, sum hevur ábyrgdina av uttanríkispolitikkinum hjá ES.