Gamli Føroyavinurin, Robert Mcluckie úr Belfast, vitjar í Føroyum í hesum døgum. Hann verður her til mánadagin 06. oktober, tá hann flýgur aftur til Bretlands, og tá sigur hann, eftir øllum at døma, farvæl fyri seinastu ferð.
Hann sigur í einum brævi til nøkur vinfólk í Føroyum, at hann metir, at tá hann nú verður 80 ár í desember mánaða, so er rætt at gevast at ferðast so nógv sum hann hevur gjørt.
Hann hevur ferðast við evangeliinum í meira enn 55 ár. Hesi mongu ár hava leitt hann til nógv fjarskotin støð, sum m.a. Guyana í Suður Amerika og Cairo í Egyptakandi, sum hann hevur vitjað fleiri ferðir hetta langa tíðarskeið.
Hann er føddur og uppvaksin í nærheitini av Glasgow í Skotlandi, men hann og konan fluttu til Norður Írlands at virka í tænastu Harrans, har tey hava búð í mong ár. Tey hava ferðast nógv við orði Guds á katólsku Írsku oydni. Tey høvdu ein stóran húsbuss, sum tey ferðaðust við og sum tey nýttu sum miðstøð í andaliga verki teirra í Írlandi. Tey búgva framvegis í Norðurírlandi og ikki so langt frá onkrum av børnunum.
Fyrsta samband við Føroyar
Robert Mcluckie fekk fyrstu ferð samband við Føroyar miðskeiðis í sjeytiárunum ígjøgnum Gunnar Gunnarson, sum um tað mundi arbeiddi í landsstýrinum. Gunnar ferðaðist nógv í útlondunum og møtti nógvum fólki av øllum slagi. Robert var eitt av teimum og teir gjørdust vinmenn fyri lívi, og tað var eisini Gunnar, sum leiddi meg á fyrsta sinni í samband við Mcluckie, tá hann spurdi meg, um eg kundi átaka mær at ferðast við honum í oyggjunum. Hetta gjørdi eg og eg kenni, at eg havi notið stóra signing av hesum í allar mátar.
Tá Robert hevði verið her á fyrsta sinni kendi hann, at Harrin legði honum á hjarta at vitja í Føroyum á hvørjum ári, og í ár hevur hann vitjað væl yvir 30 ferðir. Í fjørð stóðu hesi orðini at lesa um hann í einum av bløðunum: “McLuckie er væl lýddur í samkomunum í Føroyum. Hansara talur eru ikki akademiskir fyrilestrar, men ein greið framstilling av tí bíbliuteksti, hann velur at tala út frá. Dugir væl at fáa burtur úr tekstinum og at koma við persónligum og praktiskum anvendingum, sum er viðkomandi í dagliga kristna gerandislívinum.”
Møtiskrá
Hann kom til landi leygardagin 6. oktober, og tað fyrstu vikuna vitjaði hann samkomurnar í Norðoyggjunum. Í døgunum 14. september til 21. september verður hann ávíkavist í Eysturoynni og á Streymoynni, og í døgunum 28. september til 05. oktober vitjar hann í Suðuroy. Hesaferð kemur hann eisini at hava møti í bygdahúsinum í Famjin og í Skúlahøllini í Hovi.
Vit fara at heita á fólk um at møta talsterk til møtini, at siga øðrum frá og at biðja fyri møtunum og fyri bróðuri okkara, sum um 3 mánaðar, um Gud vil, trakkar út úr tí støvuta 10-áraskeiðinum og inn í 10-áraskeiðið har kempurnar ganga.
Øll eru hjartaliga vælkomin til øll møtini. Annars verða møtini lýst í bløðunum, í radio og á hesum heimasíðum: www.lindin.fo www.bkv.fo www.123.fo www.nebo.fo
Tey, sum ynskja at vit meiri um vitjanina og møtini eru vælkomin at seta seg í samband við undirritaða tlf. 448314 / 228314
Poul Jóhan Djurhuus
Gjaranes@post.olivant.fo