Tinganest hevur givið avboð til Summar Festivalin, og ístaðin fer Robert McBirnie at spæla.
Serligar umstøður gera, at Tinganest ikki verður við á Summar Festivalinum í ár. Bólkurin skuldi annars spæla í Flags tjaldinum fríggjakvøldið kl. 23.45, men framførslan verður tíverri av ongum.
Ístaðin fer Robert McBirnie, sum just hevur hátíðarhildið 50 ár í føroyskum undirhaldi, at syngja og spæla. Robert McBirnie er framvegis virkin sum sangari og undirhaldari, og hann hevur gjøgnum árini sungið nógvar sangir, sum føroyingar kenna væl.