Robbie Williams Jam í C20

Fríggjakvøldið verður »The Best of Robbie Williams« at hoyra í Club 20 í Havn

Fyri fyrstu ferð í Føroyum kemur danski tónleikabólkurin Robbie Williams Jam at framføra. Teir verða í Club 20 fríggjakvøldið.
Tónleikabólkurin, sum er mannaður við dønum, hevur føroyskan trummusláara, sum eitur Fríði Øster.
Robbie Williams Jam er, sum liggur í navninum, ein bólkur, sum spælir løg hjá navnaframa onglendinginum av sama navni. Teir eru serstakliga væl umtóktir á flatlondum, og seinasta árið hava teir spælt á 50 konsertum. Millum annað vóru teir við á Skanderborg Festivalinum, har Gestir eisini luttóku.
Umframt tónleikabólkin fer Peter at venda plátum, og verður hann eisini aftur leygarkvøldið.