Robbie Williams aftur við Take That

Fyri fyrstu ferð í 15 ár samlast gamli dreingjabólkurin aftur til eina konsert.

 

Viðhaldsfólk hava bíða í áravís, og nú verður tað endiliga veruleiki: Robbie Williams fer aftur til Take That! Hetta verður tó fyribils bert til eina konsert. Allur peningurin ið kemur inn í hesi konsertini fer til eitt vælgerandi endamál, nemliga sýningina Children In Need, sum verður í Royal Albert Hall í annakvøld.

- Endursameining er ein sannroynd, sigur ein kelda við blaðið The Sun. ?Robbie er sera glaður fyri at teir fimm nú møtast aftur. Hann hevur í mong ár droymt um at stíga á pall við Take That aftur, og nú sleppur hann tað endiliga.

Tað verða ikki bert Take That, sum stíga á pallin í annakvøld, onnur sum eisini fara at stíga á pallin eru, Cheryl Cole, Leona Lewis, Snow Patrol og eingin minni enn Sir Paul McCartney.