Róaldur Jakobsen heldur fram í B36 fyri komandi kappingarár. Tað staðfestur heimasíðan hjá B36. Sáttmálin kom undir land leygardagin og sunnudagin fekk Róaldur Jakobsen reytt kort longu aftaná 18 minuttir í landskappingardystinum móti NSÍ.
- Róaldur hevur ongan tíð spælt við nøkrum øðrum felag enn B36, og tí er talan sjálvandi um spælara, sum vit hjartans fegin síggja í hvítum í 2014 – og gjarna í nógv ár afturat, skrivar heimsíðan hjá B36.
Róaldur Jakobsen hevur virknan lut á miðvøllinum hjá B36, og spældi eisini ein týðandi lut á U21, men er í dag ov gamal til at spæla á U21 landslðnum.
Tað mundi koma óvart á tey flestu, at Róaldur brádliga fekk beinleiðis reytt kort í dystinum móti NSÍ, fyri at siga eitt hvørt við dómaran. Hetta hevði heimsíðan hjá B36 eisini eina viðmerking til.
“ Vit skulu ikki koma við umbering fyri heldur speiskligu viðmerkingini, sum Róaldur gav dómaranum, tá hesin ikki sá fríspark, sum varð gjørt ímóti Lawal, og ístaðin dømdi hinvegin.
Sjálvandi vóru orðini betri ósøgd, men aftursvarið varð ein total yvirreaktión frá svartklædda manninum, sum eingin á ella kring vøllin skilti minsta pettið av. Yvirsensiblu oyruni vóru í øllum førum størri enn eyguni, og so varð ein greiður fyrimunur sendir til vespurnar, sum við 4-0 sigrinum eisini tóku av møguleikanum.
Høvuðsreglan er sjálvandi, at tú skalt tiga, tá spælt verður, og í øllum førum ikki brúka teg móti dómaranum. Og ivaleyst er eisini onkur NSÍ-spælari, sum vildi lagt afturat, at summum dómarum mást tú als ikki brúka teg ímóti.
Ein dómari hevur sjálvandi til eina og hvørja tíð heimildina at meta um, nær kjaftaslitið er somikið stórt, at tað skal kosta átalu, gult ella reytt kort. Men tað er ein heimild, sum eisini krevur eina ávísa portión av sunnari fornuft og dømikraft, og hevur tú ikki tað, so eigur tú at finna tær annað frítíðarítriv enn fótbóltsdøming.”
B36 hevur somueliðis longt sáttmálan við Benjamin Heinesen.