Roðandi Hugsjónarrák

Í eystri hugsjónarrák litfagurt roðar
brimandi fagurt og frítt
- sprongdust klettar stóru-
byltingar um verøld vítt
ljómandi samhaldsfasta stríðsrákið boðar
til verka sosialistarnir fara fóru!

skolandi inn yvir landið
eystanrákið stríðsfúsa beyð
blóðsprongd eygu –undir trælaoki gingu
- tó hjartablóð og eygu reyð-
loystu nívandi trælabandið
men spekulantarnir ávøkstin fáa-fingu

bogin ryggur – frostbitnar hendur
fylla sól og gróður innar glæstrihøll
tey múgvandi hánasaðu fáa
fagrar urtagarðar og grønan vøll
við tarablað í munni framvið strendur
proletararnir svøltandi taða og sáða

veðurbardir við skelvandi hondum
við ríkmansins fót
ljómandi fong teir leggja
stríðsfúsa fylking berjist ímót
glantrileiksins dramblætis gullhondum
dust mót stríðsfylking –stríðsfedrum- seggja

proletaranna væni songur
- privatkapitalisman er steindeyð-
ljómfagur geisandi fríður
stríðsfylking okkum beyð!
vær viljum náa enn longur
sosialismunnar háljómi blíður.

mikla fæloysingafjøldin sterka
alt ov leingi kúgað var
ríkmansins trogið fyltu
støðugt tann kúgandi lær
árvakna fjøldin til verka
undir stríðslogans krúnu gyltu

trælaokið av sær tveita
í frælsisbúnan lata seg
sjálvsagda rætt sín krevja
stríðsfús á droyrreyða veg
til gróðrarmiklari strendur leita
yvir kúgandi valdi seg hevja

tey kúgaðu lýða á stríðslúðrin snjalla
droyrreyða merki í húnar hátt
sosialisman á sigursaldu
javnrættarandin trínur innar gátt
–tey kúgandi til kníggja falla
fæloysingarnir taka valdi!

í roðanum samhaldsfasta ríki
sosialisman á sigursferð
á tremur ljómandi kærleikstrogið
fólkið - fólksins ogn í favni ber
hevjast úr trældómsins díki
geisandi ljómfagri logi

stættastríðið í alfagrum blóma
- trælabinda hánasaða fínalið-
kúgaðu stríðsfús til verka fara
kúgandi- múgvandi- ei fáa grið
frælsisglæmuna í eystri kanst hóma!
sjá ljómandi sigrandi reyða skara!
-----

Sólmundur Joensen