Tað er heimaliðið, sum fyri viku síðani legði rygg til stórtap í Klaksvík, sum seinnapartin er vertur fyri gestum, sum sunnudagin vunnu størsta sigur á árinum á heimavølli.
Skála hevur tvær tær síðstu ferðirnar tapt, og Skála venjarin, Pauli Poulsen, hevur í løtuni ilt við at fegnast um, støðuna á stigatalvuni, sum sigur, at tað eru átta stig aftur til niðurflytingarpláss:
-Vit skulu í hvussu so er vinna sjey stig aftrat. Í Klaksvík gjørdu vit tað lort, og nú er avbjóðingin at venda gongdini tvær tær seinastu ferðirnar. Eina løtu í fyrra hálvleiki ímóti KÍ vóru vit heilt væl við, men vit vórðu mintir á, at tað skal avrikast alla tíðina, sigur Pauli Poulsen, sum í 2009, 2010 og 2011 var NSÍ venjari, og sum var hjálparvenjari, tá ið NSÍ í 2007 vann fyrsta og higartil einasta FM heitið.
Jákup Johansen hevur verið plágaður av vøddaskaða, og tað er ivasamt, um hann er førur fyri at spæla ídag.
Tað eru tíggju ár síðani, at Skála vann á heimavølli ímóti NSÍ. Tað var 11. september 2006. Annar av málskjúttunum ta ferðina var Jónhard Frederiksberg, sum eftir at hava spælt í nógv ár í NSÍ, nú aftur er í barndómsfelagnum.
NSÍ var flúgvandi í 7-1 sigrinum ímóti ÍF. Eyðsýndastur av øllum var Árni Frederiksberg, sum skoraði tvær ferðir og legði upp til fleiri av hinum:
-Vit høvdu roknað við mótstøðu frá ÍF, men vit fingu onga mótstøðu. Nú rokna vit við mótstøðu á Skála, har tað ofta er tætt og spennandi. Vit spæla framvegis fyri at vinna FM. Skal tað eydnast, so er fyrsta treytin, at vit vinna okkara dystir, sigur Árni Frederiksberg.
Nikolaj Køhlert er tøkur aftur eftir skaðasteðg.
NSÍ hevur higartil skorað fleiri mál enn nakað annað lið. Við at hyggja á máltindin síggja Pauli Poulsen og hansara menn, hvørjir teir eru, sum tað skal ansast best eftir: Klæmint A. Olsen (19) og Árni Frederiksberg (8) hava skorað 27 mál og lagt upp til fleiri av hinum.










