Tvíburarnir hava latið enn eina tónleikaútgávu úr hondum Goggutíð eitur nýggjasta tónleikaútgávan hjá tvíburunum Árna og Marner Andreasen.
Við hesum heitinum leggja teir á nostalgiska bógvin, nakað sum permumyndin av gamla Sjónleikarhúsinum undirstrikar. Her verður sjálvandi hugsað um tíðina, tá tónleikabólkurin Goggan var fastur fúsur í Sjónleikarhúsinum.
Á fløguni eru 13 sangir og tað eru ymsir høvundar. Fleiri gamlir slagarar eru við, eitt nú Gomul minnir hjá Jens Eli Ellefsen og Nú skal eg aftur fara hjá Harry Birtilíð. Eisini Besta gávan, sjum Sigurd Bærentsen eigur orðini til, er við á fløguni.