Hóast Árni Jakobsen er vorðin ímyndin av hesum hópinum av kvinnum og monnum, sum ganga á ovastu tindunum í landinum, hevur tað ikki altíð verið so. Tað var fyri tveimum árum síðan, at hann á einum fjalltúri í Kunoy í 2010 fekk brell at ganga í føroyskum fjøllum.
Tá Árni gongur í fjøllunum, er tað sum oftast saman við øðrum. Fjallahópurin er sera fjølbroyttur við bæði kvinnum og monnum, sum øll hava tað til felags, at teimum dáma væl at ganga í føroysku fjøllunum, tí hevur Facebook verið ein hentur miðil til at boða frá tá túrar eru á skránni. Tað eru nógv, sum eru løgst afturat bólkinum hóast ikki øll eru líka aktiv. Eg havi varhugan av, at áhugin er stútt vaksandi. Føroyingar hava altíð gingið í fjøllunum og verið burturi í haga, men alt fleiri vanlig fólk ganga í fjøllunum. Vit stovnaðu bólkin á Facebook at umrøða fjalltúrarnar, og í tí bólkinum hava fleiri funnið saman um at ganga í fjøllunum.
Myndir eru javnan at síggja frá túrum, har fólk hava klovið upp á vakrar tindar kring landið. Summir fjallgangarar eru sera royndir. Millum teir royndastu eru Djóni Kunoy, Hanus F. Joensen, Rani Nolsøe og onnur sum saman við fleiri øðrum føroyingum hava verið á Mount Blanc, Kilimanjaro og Aconcagua sum er millum hægstu fjøll í heiminum. At vit eru fleiri, sum hava sett okkum høg mál, styðjar bara upp undir áhugan hjá okkum øllum,” sigur Árni Jakobsen.
Í Føroyum eru 340 tindar skrásettir sum fjøll (sí us.fo fjøll í Føroyum). Higartil hevur Árni verið uppi á 336 teirra, og hann er ikki liðugur enn. Ætlanin er nú leygardagin 3. november at fara niðan á seinastu fjøllini, sum eru sunnast á Sandoynni.
Seinastu árini hevur ein hugnalig fjallasamkoma verið í Kunoy stytsta dag, har tey verða heiðrað við heiðurbrævið fyri t.d. at hava rokkið 10 teimum hægstu tindunum í Føroyum, sum øll eru fjøll omanfyri 800 metrar ella 100 teimum hægstu. Vit eru so nøkur, sum hava sett okkum fyri at koma upp á allar tindarnar í Føroyum sigur Árni Jakobsen.
Í dag eru 42 fólk í Føroyum, sum vit vita um, ið hava verið á 10 teimum hægstu fjøllunum í Føroyum. Fimm hava verið á 100 teimum hægstu.
Góður felagsskapur
Felagsskapurin á hesum túrum er eisini góður, og upplivingarnar eru nógvar. Summi leggja seg eftir at brúka túrarnar sum venjing, onnur hava hug at steðga á og sansa alt rundan um seg og njóta friðin.
Føroyar eru nógv størri og vakrari, enn vit ofta halda. Náttúran er óspilt og væl umgingin. Alt bendir á, at fólk eru umhugsin og taka upp eftir sær. Áhugin hjá fólki fyri náttúruni bara veksur, heldur hann.
Tað vóru nakrir havnarmenn, sum gingu regluliga túrar í føroysku fjøllum í 60- og 70-unum og heilt fram til 90-ini. Í dag er bert Erik Mortensen á lívi, hinir vóru Lias Jensen og Einar Joensen. Sum eg havi skilt tað, vóru teir sera víða um í skorum og á nógvum av hægstu fjøllunum í Føroyum.
Serstakir túrar
Plássini, Árni saman við øðrum hevur vitjað, eru sum vera man mong, men hvat vakrasta plássið í Føroyum er, er ilt at siga, heldur hann. Vakurt kann vera upp á ymsar mátar í náttúruni. Vakurt er í kavakløddu fjøllunum um veturin, og vakurt er um summarið, tá veðrið er av tí fagrasta. Vakurt kann eisini vera um heystið og um várið, tí litspælið í Føroyum er altíð ríkt.
-Summir túrar skara kanska framúr, og skal eg nevna onkrar, má eg nevna Kunoyarnakk, Torsskorahorn, Vesturi á Víkum, Snubburnar og Mýling. Heldur ikki gloymi eg túrin, vit vóru í Pálslofti, har søgnin sigur, at Páll Fangi krógvaði seg. Sagt er frá hesum túri á Facebook, og hann var eisini sera hugtakandi,” sigur Árni Jakobsen.
Árni kundi greitt leingi frá vakurleikanum í fjøllunum og vælveruni, sum túrarnir hava við sær. Hann sigur tó, at sjálvandi ikki er heilt vandaleyst at ganga í brattlendi, men mong ráð eru um, hvussu tú ber teg rætt at á fjalltúrum. Ein meginregla er, at tú skalt ongantíð ganga beint undir einum øðrum. Ein onnur meginregla er, at tú mást ongantíð fara avstað einsamallur, um túrurin er trupul. Best er eisini altíð at siga øðrum frá, at tú fert avstað. Haraftrat er umráðandi at hava vatn og mat við. Tá ið man er í fjøllunum skal man altíð vera væl klæddur við vind- ella regnjakka. Eini góð ráð eru at brúka ullint frá innast til uttast, troyggju, húgvu og vøttir.
-So leygardagin er ætlanin at taka seinastu fjøllini í røðini av føroysku fjøllunum, tað verður ein stórtur dagur fyri meg at náa málinum, og at kunna siga at eg havi verið á øllum fjøllunum í Føroyum. Tað hevur tikið mær nakað meira enn tvey ár, og ætlanin er ikki at stegða á. Komandi tíðina er ætlanin at gera nakrar útvaldar túrar og kanska geva øðrum, sum hava sett sær høg mál, ferðalag, sigur Árni Jakobsen.