Foreldrini hjá honum vóru Enok og Jenny Joensen. Faðirin úr Sørvági og móðirin úr Miðvági.
Móðirin doyði á ungum árum av havhestasjúku, bert 28 ára gomul. Pápi varð so tikin til fosturs hjá Jóannesi og fastrini Juliu.
14 ára gamal fór hann í smiðjulæru í Sørvági og fór síðani blaðungur, bert 16 ára gamal, niður til Danmarkar í 1953 at læra til maskinsmið á verksmiðjuni Vølund, sum var sera stórt arbeiðspláss eftir tátíðar mátistokki - eini 1000 arbeiðsfólk.
Seinni fór hann á maskinmeistaraskúla í Keypmannahavn har hann tók víðkað maskinmeistaraprógv við bert 7 ára barnaskúla.
Pápi var framsøkin - hevði áræði og dirvi. Tað var ikki hvør maður, sum fór niður til Danmarkar at læra tá í tíðini.
Hann kom heim aftur í 1959 og giftist Kristinu Jóhannesen úr Miðvági í 1961, og fingu tey fýra børn: Jónvá, Paula, Hallu og Anniku.
Hann sigldi fyrstu árini við Jóannes Fonsdal, síðani við Brandur Sigmundarson, men varð so í 1968 biðin til maskinstjóra við flakatrolaranum Vesturvón, sum stóð í gerð í Noregi. Hann hevur verið við at bygt bæði gamla Vesturvón, sum bleiv bygdur á skipasmiðjuni í Ulsteinsvig í 68-69 og nýggja Vesturvón, sum kom í 1987. Í útvið 43 ár hevur hann siglt sum maskinmeistari harav 38 ár sum maskinstjóri á Vesturvón.
Ofta hevur verið sagt um pápa, at hann hevur verið framúr góður og dugnaligur maskinstjóri, og væl dámdur hevur hann verið av bæði ungum og tilkomnum starvsfeløgum. Maskinrúmið var tiltikið nossligt og sera væl hildið, og ikki kann fingur setast á nakað, sum hann hevur latið úr hondum.
Somuleiðis var hann heiðraður fyri dugnaskap á sjónum av Tryggingarsambandi Føroya, einaferð Vesturvón í ódnarveðri og kolandi stormi varð sleipaður við motorskaða úr Grønlandi á skipasmiðju í Danmark.
Altíð hevur honum dámt sera væl at ganga úti í bø og haga, og fáur man vera so væl kunnugur við staðanøvn í Sørvági sum hann. Nógvar góðar túrar á Fjallavatni hava mamma og hann verið um sumrarnar, og mangan túrin hevur hann verið við okkum systkjum. Víst okkum heiðafuglarnar, sum høvdu reiður, torvhagar hjá forfedrunum og varðarnar, sum altíð hava hugtikið hann sera nógv. Altíð veit hann okkurt áhugavert at fortelja og dugir væl at greiða frá. Sera góður maður og stuðul hevur hann verið mammu, sum ikki altíð hevur havt tað so lætt vegna sjúku.
Pápi var nógv burturstaddur í mínum barnaárum, men somikið stór var gleðin, tá ið hann kom heim av langum túri, og góð og rík eru barnaminnini frá tíðini, pápi var heima hjá okkum.
Hjartaliga tillukku á 70 ára degnum góði pápi. Takk fyri alt tú hevur verið fyri okkum, og vónandi fáa tú og mamma nógv góð ár afturat.
Kærar heilsur Jónvá