Árni Gregersen áhuga fyri SvF-stjórastarvinum

Fyrrverandi sjónvarpsstjórin kundi hugsa sær at sett seg aftur í stjórasessin í Sjónvarpi Føroya, men tað veldst um umstøðurnar á stovninum

 

Árni Gregersen, sum starvast hjá TV2 á Bornholm, hevur hug at taka av stjórastarvinum í Sjónvarpi Føroya, skuldi hann fingið tað í boði, men tað veldst um umstøður.

- Ein treyt er, at myndugleikarnir taka Sjónvarpið í álvara og eru til reiðar at gera neyðugu teknisku íløgurnar, so stovnurin kann nútímansgerast. Teir skulu eisini vera sannførdir um, at føroyska tjóðin hevur brúk fyri einum so sterkum mentanarskapara sum sjónvarpinum, sigur Árni Gregersen við mánaðarblaðið, Glaðing, sum kom beint fyri jól.

Glaðing hevur vitjað Árna Gergersen á Bornholm, har hann starvast sum tíðindastjóri hjá TV2/Bornholm, sum er ein av átta sjálvstøðugum økisrásum hjá landsumfatandi TV2 rásini.


Skótaandin burtur

Árni Gregersen, sum hevur drúgvar royndir sum journalistur í Føroyum og Danmark, var stjóri í Sjónvarpi Føroya í eitt gott ár frá 1993. Síðani 1995 hevur hann starvast hjá TV2/Bornholm.

Árni Gregersen sigur við Glaðing, at endamálið við einum føroyskum sjónvarpi er at gera føroyskar sendingar, og hann heldur tað vera ábyrgdarleyst at myndugleikunum ikki at taka hendan miðilin í størri álvara.

- Tað nyttar einki at sita hendur í favn. Skótaandin innan føroyskt sjónvarp er langt síðani burtur. Fólk vilja hava nakað aftur fyri tað, sum tey gera. At tað eru komnar so nógvar sendingar sum higartil, er meira eldhugi enn nakað annað, sigur hann við Glaðing.

Enn hevur Undirvísingar- og Mentamálastýrið ikki søkt eftir nýggjum sjónvarpsstjóra. Síðani Tróndur Djurhuus fór úr starvinum fyrr í ár, hevur útvarpsstjórin, Jógvan Jespersen, røkt starvið.