Fótbóltur
- Eg minnist handan dystin væl. Vit sótu øll heima hjá okkum og hugdu, og lagið var sjálvandi av tí besta. Og eg minnist eisini, hvussu Árni Gregersen geylaði, tá Torkil skoraði hatta málið.
Eini 11-12 ár seinni gjørdist tú sjálvur partur av føroyska A-landsliðnum. Er tað nakað um tosið, tá fólk siga, at úrslitið frá 1990 framvegis hongur sum ein skuggi yvir tykkara avrik í dag?
- Nei, soleiðis havi eg so ongan tíð hugsað um tað. Tað er eingin ivi um, at hatta var eitt øgiliga stórt úrslit, sum ongan tíð verður gloymt. Men persónliga havi eg ongan tíð kent nakað trýst um hetta. Eg taki hattin av fyri tí, sum teir menninir vístu á vøllinum tá, men nakað trýst er talan altso ikki um.
Tað ræður kanska meira um hjá tykkum at skapa tykkara egnu úrslit nú?
- Ja. Vit hava eisini verið rættiliga tætt við onkra ferðina, men tíverri hava vit ongan tíð fingið eitt so flott úrslit sum hatta. Ikki enn í øllum førum, sigur Jón Rói Jacobsen.










