Árni Frederiksberg er aftur tøkur til landsliðið. Eftir landskappingarenda um vikuskiftið fer landsliðið í holt við at venja á Tórsvølli. Millum teirra, sum vandu í gjár var Árni Frederiksberg úr NSÍ.
Hann hevur í eina tíð givið avboð, tí tað liggur ikki fyri at verða á landsliðnum. Nú er hann tøkur aftur til landsliðið og venur við landsliðshópinum, sum komandi tíðina fyrireikar seg til Nations League dystirnar móti Aserbadjan og Malta.
Alex Mellemgaard úr B36 hevur givið avboð vegna skaða, meðan Pól Jóhannus Justinussen úr NSÍ og Tróndur Jensen úr HB ikki eru tøkir til landsliðið hesaferð. Gunnar Nielsen er einasti av føroysku spælarunum í Íslandi, sum ikki venur við. Hann er framvegis í Íslandi.
Fyrr í hesum mánaðinum sendi Lars Olsen boð eftir 24 spælarum, sum spælara í føroysku og íslendsku kappingini og eru í Føroyum í løtuni. Teir eru:
Hópurin:
Teitur Matras Gestsson, HB
Kristian Joensen, KÍ
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, B36
Jógvan Rói Davidsen, HB
Magnus Egilsson, HB
Alex Mellemgaard, B36
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Hørður Askham, KÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Bartal Wardum, HB
Rene Shaki Joensen, Grindavík (ICE)
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ICE)
Brandur H. Olsen, FH (ICE)
Jákup Biskupstø Andreasen, KÍ
Meinhard E. Olsen, B36
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Adrian Justinussen, HB
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Eli Falkvard Nielsen, B36
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Jákup Ludvig Thomsen, FH (ICE)