Árni Dahl
-Føroyar eru ríkt samfelag, men tað hevur ikki verið føroysk siðvenja at raðfesta mentan sína – tað, ið íslendingar kalla menning. Millum 0,6 og 0,7% av BTÚ, bruttotjóðarútøkuni, hava føroyskir politikarar unnað mentanini. Í framkomnum londum táttar talið í 3% - t.e. um fýra ferðir so nógv segði Árni Dahl m.a. í síni framløgu vegna Málstevnunevndina á frændafundi í farna mánað. Vit prenta framløguna.
Framløga á frændafundi
Fert tú inn á heimasíðuna: trífalt tví-v.setur.fo og lesur lýsingarnar av staklutunum, ið tilsamans mynda henda 6. fundin millum næstu grannatjóðir, so eru vánir til, at henda framløgan, „Málstevnur nú“, kann gerast stutt. Eg lesi:
Í hesum árum verður nógv røtt um altjóðagerð og ta ávirkan, sum hon hevur á mál og mentan í Norðurlondum.
Hevur henda støðan ávirkað málpolitikkin tey seinastu árini?
Eyðsæð er fyrst at svara ja, hugsa vit um málpolitikk í grannalondunum, og so kundi eg sett meg niðuraftur. Hví? Jú, tí at í Føroyum er eingin málpolitikkur at ávirka.
Men so lætt sleppi eg eyðvitað ikki. Fyrst skal eg siga nøkur heilt fá orð um, í hvønn mun altjóðagerðin tykist hava ávirkað málpolitikkin í Norðurlondum seinastu árini.
Og so skal eg hugleiða eitt sindur, nú vit føroyingar hava sett á setning at orða almennan málpolitikk.
Eg nevni hetta lítla íkastið:
Málspurningar í Føroyum á reki millum tvær lógargreinir og skal venda aftur til høvuðsyvirskriftina seinni.
*
Um tvey túsund áraskiftið skuldi alt kannast og gerast upp. Ein avleiðing vóru allar norðurlendsku kanningarnar málstøðuni viðvíkjandi. Grønlendingar vóru fyrstir – teirra kanning var almannakunngjørd longu í 2001, og síðani komu tær rað á rað: „Sprog på spil“ – eitt ílegg til danskan málpolitikk, 2003, „Norsk i hundre“ – eitt ílegg til norskan málpolitikk, 2005 og eisini í 2005 „Bästa språket“, sum er samtykti svenski málpolitikkurin.
Hyggja vit at hesum kanningum undir einum, so er stóri felagsnevnarin – ikki óvæntað – árinið úr enskum og við tí vandin fyri økismissi á at kalla øllum økjum – mest tó á økinum „lestur á lærdum háskúla/ hægri akademisk gransking“, men málið í stórfyritøkum er eisini eitt vandamál, sum vekur stúran, og tað ger málið í miðlunum eisini. Svenska frágreiðingin nertur – mest av øllum norðurlendsku kanningunum – við spurningin um fleiri tjóðarmál innan somu ríkiseind og við hugtakið „klarspråk“, sum er eitt fólkaræðiligt/ demokratiskt stavnhald - lógarsmíð, sum miðlar lógir, soleiðis at øll fólk skulu kunna lesa og skilja tær.
Eg nevndi, at vit føroyingar hava ongan almennan málpolitikk. Vit hava onga mállóg – og Harrin havi lov fyri tað - men okkum vantar greiðari ásetingar, nýhugsan og átøk, tá ið kemur til málnevndararbeiði, málið í fjølmiðlunum, í undirvísingarmiðlum, í almennu fyrisitingini, á vinnuøkinum o.s.fr.
Á vári í 2006 setti føroyski landsstýrismaðurin við mentamálum málstevnunevnd, hvørs aðalsetningur er at orða ein almennan málpolitikk. Tað var tingmaður Tjóðveldisfloksins, Tórbjørn Jacobsen, sum bar málið á Løgting sum uppskot til samtyktar. Tað gjørdi hann longu á vári í 2004, men nevndin var ikki fullmannað fyrr enn knøpp tvey ár seinni – í januar 2006. Eg ivist onga løtu í, at allir áhoyrarar nú sita og grunda um, hví tað tekur so langa tíð – 24 mánaðir - at manna eina nevnd, sum hevur ein greiðan og spennandi arbeiðssetning.Ta grundanina skulu tit eiga í friði fyri mær.
Nevndin fór av álvara til verka 1. august 2006 við løntum skrivara ¾ tíð og løntum formanni hálva tíð – í nevndini eru átta fólk, helvt um helvt konur og kallar.
Ein av høvuðsvansunum hjá nevndini er – halda vit sjálv - at vit ikki hava fingið fíggjarligar heimildir at seta í verk vísindaligar kanningar. Vit byggja tí á tað spjadda tilfarið, ið er til á prenti um støðuna hjá føroyskum máli, og tað er ikki nógv – væl at merkja ikki nógv á høgum akademiskum støði. Umframt byggja vit á frágreiðingar, sum skrivaðar eru frá fundum, ið formaður og skrivari hava havt við fólk, ið sita í lykilsstørvum, innan tey fýra máløkini, vit hava skipað kanningina í: 1) Undirvísingarøkið, 2) Fjølmiðlaøkið, 3) Fyrisitingarøkið og 4) Onnur øki.
Vit sita nú og greina hetta tilfarið. Í august 2007 fara vit at skriva álit og sjóða saman sjónarmið nevndarlimanna og skulu handa landsstýrismanninum álitið í seinasta lagi gamlaárskvøld t.e. 31. des. 2007.
Her verður í fýra táttum stutt sagt frá, hvørji høvuðsvandamálini føroyskum viðvíkjandi tykjast at vera:
Undirvísingarøkið: Her tykist ein høvuðsvansi vera, at eingin samskipan er millum høvuðsliðirnar í skipanini: Millum ansingarpartin og skúlabyrjan, millum fólkaskúla og miðnámsskúla og millum miðnámsskúla og hægri lestur – og hugsa vit um fólkaskúlan, sakna skúlafólk eisini samskipan millum grunddeild og miðdeild og so aftur millum miðdeild og framhaldsdeild.
Hetta er ein praktiskur partur, sum ikki man vera so trupul at loysa, tí her verður ikki talað um stórar peningaupphæddir. Øðrvísið er, tá ið vit koma til onnur vandamál: Læraraútbúgvingin í móðurmáli verður raðfest ov lágt, og flest teirra, ið undirvísa í miðnámsskúla, hava aftan fyri seg 7-8 ár í útlendskum umhvørvi og hava ongan møguleika at eftirútbúgva seg í móðurmálinum, tá ið tey koma heim aftur, men helsta vandamálið eru undirvísingarmiðlarnir:
Størri dentur eigur at verða lagdur á at gera okkara egna undirvísingartilfar, sum tekur støði í føroyska samfelagnum. Hetta fer at styrkja samleikan og við tí áhugan og virðingina fyri okkara egna máli.
Frá 1959 hava vit havt ein Skúlabókagrunn, men hann hevur av játtanartroti so langt frá kunnað nøktað tann tørv, sum er á hesum øki. Miðnámsskúlanæmingar (t.e. tey 16-18 ára gomlu) hava at kalla einki frálærutilfar á móðurmálinum, og í eini tíð, har broytingarnar eru bráðar, síggja vit, at fremmant frálærutilfar (at kalla bara á donskum) leitar sær longri og longri niður í grundskúlaskipanina eisini.
Vit kunnu staðfesta, at føroyskir politikarar raðfesta onnur øki, t.d. kundi peningurin, sum ætlaður er til triðju tunnilsverkætlanina undir havsins botni, fíggjað eina trífalding av játtanini til skúlabókagrunnin fram til 2097.
Fjølmiðlaøkið
Økið fevnir um almenna kringvarpið (útvarp og sjónvarp), tvær óalmennar kringvarpsstøðir, sum senda útvarp, tvey stór tíðindabløð og nøkur smærri.
Høvuðsvansin er, at vit ikki hava hóskandi útbúgvingar til kringvarpsfólk/blaðfólk. Tey fáu, sum fáa útbúgving, fáa hana oftast í Danmark, har tey menna seg yrkisliga í einum umhvørvi, har føroyskt mál als ikki ljóðar. Tey, sum ikki hava útbúgving, arbeiða í miðlunum, tí tey hava hug at skriva og miðla – og halda seg hava gávur til tess.
Støðan á hesum týdningarmikla øki er tískil syndarlig: Eingin málslig útbúgving, eingin skipað málslig leiðbeining. Útvarpið er farið at hava sending við ensktmæltum verti, sum hevur viðtal við føroyskar tónleikarar á enskum. Í almenna sjónvarpinum eru tað bara barnasendingar, ið verða tekstaðar – alt annað verður sent við donskum teksti. Til stuttleika kann eg nevna, nú føroyingar og íslendingar halda frændafund, at verður íslendingur spurdur um okkurt í sjónvarpi ella útvarpi, verður spurt og svarað á einum máli, sum hann, ið spyr, og hann, ið svarar, halda vera enskt, men eg havi hoyrt bretar siga, at teir skilja ikki hetta málið, og hvat skulu teir gera annað enn smírast at hesum undirbrotliga hugsanarhátti? Hugsa vit um tíðindabløðini, hóska tey – veit eg av royndum - væl sum frálærutilfar í framhaldsskúlum og miðnámsskúlum: at finna vánaligar orðingar og upp í tægur av rættskrivingarvillum.
Á miðlaøkinum hava vit vituliga áneyðir á útbúgvingartilboðum, á ókeypis talgildum orðabókum, rættstavara og aðrari máltænastu.
Eitt týðandi øki, ið enn er ónortið, eru markamótini í teldum og fartelefonum, sum enn bara fáast á donskum ella enskum.
Fyrisitingarøkið
Almennu stovnarnir hava ongan orðaðan yvirskipaðan málpolitikk. Teir royna eftir besta førimuni – siga teir - at vanda sær um málið í teimum skrivum, sum send verða út ella løgd á heimasíður. Oftast eru tað starvsfólk við drúgvum royndum og serligum hegni til mál, ið rættlesa og tryggja stovninum, at málið í teimum sendu skrivunum er í lagi.
Stovnarnir siga, at teir høvdu tikið væl ímóti einum yvirskipaðum málpolitikki við málsligum leiðbeiningum í ein ávísan mun, og sum setti fólki í fyrisitingini krav at eftirútbúgva seg í føroyskum.
Í landsfyrisitingini, har lógarsmíðið fer fram, kann ofta vera spurningur um tíðarneyð. Tá tíðin at leggja uppskot fyri løgtingið nærkast evstamarki, verður sjáldan tíð at rættlesa nóg væl, eisini tí at tingmálini gerast so nógv.
Í sambandi við at millumtjóða avtalur og sáttmálar verða sett í verk, verður einki gjørt við at týða hesi til føroyskt mál, áðrenn tey verða løgd fyri tingið og staðfest. Sett verður upp ein stutt orðing, har boðað verður frá, at ríkislógartilmæli verður sett í verk sambært hjálagda sáttmála ella rundskrivi – og so kemur skrivið, á donskum ella enskum, við hvørt upp í nakrar 100 síður til longdar. Mett verður ikki, at orka er til at týða slíkt. Spurningurin er so, hvussu byrgjast kann fyri, at slíkar mannagongdir vinna hevd í framtíðini. Slíkar mannagongdir eru beinleiðis í andsøgn við nýggju kunngerðina um norðurlendskan málpolitikk, sum allir mentamálaráðharrar Norðurlanda skrivaðu undir fyrr í ár.
Í henni verður føroyskt roknað upp í tey mál, sum bæði verða nevnd fullfíggjað og samfelagsbær. Fullfíggjað merkir í hesum sambandi, at málið verður brúkt og kann verða brúkt á øllum økjum í samfelagnum. Samfelagsbært merkir, at tað í einum ávísum málsamfelag verður brúkt í almennum viðurskiftum t.d. í undirvísingini og lógarverkinum.
Í sambandi við málsligu støðuna á øllum økjum er alneyðugt at styrkja støðuna hjá føroysku Málnevndini. Málnevndin skal við Málstovuni ráðgeva almennum stovnum og almenninginum sum heild í øllum málsligum viðurskiftum. Ein dagførd Málnevnd/Málstova hevði havt sera stóran týdningi fyri málsliga umhvørvið yvirhøvur.
Onnur øki
Tey málnýtsluøkini, vit rópa onnur øki, eru mong og fjølbroytt. Tey fevna um øki, ið eru meira ella minni knýtt at almennu skipanini. Oftast er talan um einstaklingar, feløg, virkir, handlar o.o. sum virka meira og minni leys av almenna lógarkervinum. Hvussu røkka vit best hesum margfeldi av áhugamálum og málsligum stílbrigdum í royndunum at fáa flestu og týdningarmestu luttakararnar á hesum øki at verða við?
Í Føroyum eru tær ymsu eindirnar lítlar, og vit skulu fevna um sama tal av økjum, sum nógvar ferðir størri samfeløg enn okkara gera. Hetta kann gera spurningin um at vísa málinum atlit og um málrøkt sum heild til eina eyka byrðu hjá summum.
Umráðandi er í sambandi við hetta fjølbroytta økið at býta tað sundur og raðfesta lutøkini:
arbeiðsmarknaður
vinna
handilslív
útgávuvirksemi
skapandi virksemi
áhugafelagsskapir og ítriv
kunningartøkni
teknmál og rættur teirra, ið nýta hetta mál
Ilt er at siga, hvørji størstu málsligu vandamálini eru. Vinnan, handilslívið, kunningartøknin eru tey øki, sum enska málið ávirkar mest, og tí er vandin fyri beinleiðis økismissi uttan iva størstur her.
*
Nógv av teim tiltøkum, ið her eru nevnd, kosta pening, og tí er ein av setningunum hjá Málstevnunevndini at ætla um kostnað, tá ið tilmæli verða skrivað, og at raðfesta tilmælini.
Í hesum sambandi slepst her í Føroyum ikki undan einum virðiskjaki, sum má lyftast upp á hægsta politiska stig.
Føroyar eru ríkt samfelag, men tað hevur ikki verið føroysk siðvenja at raðfesta mentan sína – tað, ið íslendingar kalla menning. Millum 0,6 og 0,7% av BTÚ, bruttotjóðarútøkuni, hava føroyskir politikarar unnað mentanini. Í framkomnum londum táttar talið í 3% - t.e. um fýra ferðir so nógv.
*
Samanumtikið kundi verið sagt:
Enska árinið er stórt – beinleiðis og umvegis danskt: í miðlum, í handils- og vinnulívi og ungdómsmentan.
Og danska árinið er stórt, tí danskt mál er okkum so nær og býður seg fram - umframt í miðlunum - í hvørjari sølubúð, á hvørjum bókasavni, í hvørjum bókhandli, í bíðirúmum hjá hárfríðkarum, læknum og tannlæknum, men ikki minst við sínum væl úr hondum greidda frálærutilfari, sum altíð er tøkt og lokkar, tá ið okkara egna tilfar tykist gamalsligt og lítið dagført.
Altjóðagerðin er her – hana fáa vit einki gjørt við. Vit rópa hana eina hóttan, men kemur hóttanin, tá ið saman um kemur, ikki innan úr okkum sjálvum? Hvørjum einstøkum okkara? Hvat ger hvør einstakur at styrkja okkara egna? Hvat gera ábyrgdarfólk á málnýtsluøkjunum? Hvat gera politikararnir?
Hvussu ið fer at gangast føroyskum máli í framtíðini er beinleiðis tengt at, hvussu vit svara hesum spurningum.
*
Loksins skal eg venda aftur til sjálva yvirskriftina:
Málspurningar í Føroyum á reki millum tvær lógargreinir:
Tað er so sjálvsagt, at ein staðfesting, Málstevnunevndin er komin til, er, at evsta lógargrein málinum viðvíkjandi er grein 11 í Heimastýrislógini, kunngjørd 31. mars 1948. Har verður føroyskt nevnt ”hovedsprog”, men lagt verður aftrat í lógartekstinum, at danskt skal lærast væl og virðiliga og skal í øllum viðurskiftum kunna verða brúkt á jøvnum føti við føroyskt.
Grundlógarnevnd varð skipað í Føroyum í 1999, seinni varð nevndin umskipað til Stjórnarskipanarnevnd, sum í 2006 læt frá sær uppskot til Stjórnarskipan Føroya. Í hesum uppskoti verður við ongum fyrivarni staðfest, at føroyskt er almenna málið í Føroyum. Hetta uppskotið varð lagt fyri løgtingið nú í vár, men ikki viðgjørt fyri tinglok – tað er sostatt burturdottið.
Møguliga verður tað aftur lagt fyri løgtingið í komandi tingsetu, sum byrjar á ólavsøku. Hvørja lagnu tað fær, vita vit ikki, men eyðsæð er, at avgerðin fer at ávirka føroyskan málpolitikk grundleggjandi.
*
Sydney Norgate æt bretskur hermaður, ið dvaldist í Føroyum eina tíð fyrst í 1940-árunum. Hann loftaði tíðliga hesum tvílyndi føroyinga. ”Kanska – or the land of maybe”, nevnir hann bókling, ið givin varð út í 1943.
Kanska fara vit á flot í morgin.
Kanska sita vit heima.
Kanska verður skipað fyri fundi í annaðkvøld.
Kanska bíða vit til næstu viku.
Kanska átti eg at sagt okkurt.
Kanska átti eg at tagt.
Kanska er eisini høvuðsorðið í einari av ljómfagrastu føroysku yrkingunum, sum meginskaldið Janus Djurhuus (1881-1948) yrkti í 1929. ”Kanska um hundrað ár.”
Yrkingin skal helst skiljast sum ein grundan um, hvørt nakar – í hesum føri ein ungmoy – minnist verk skaldsins, sum øldir líða.
Men skaldið ber jú málið, so hví ikki lata yrkingina vera eina grundan um, hvørt málið fer at doyggja ella liva?
Og av tí at Janus í yrking síni eisini nevnir ein høvuðspersónin í ”Laksdøla søgu”, Kjartan Ólavsson úr Hjarðarholti, kundu vit við hetta høvið hóskiliga endað við teimum báðum møguleikunum:
”Kanska um hundrað ár fellir ein ungmoy tár
yvir teir frægu, ið fullu í randargný.”
ella hinvegin:
”lær hon um sólarlag, snípa við kelduvað.
Kanska á dansinátt skipar hon Kjartans tátt.”










