Sunnudagin kl.11 verður hátíðargudstænasta í Árnafjarðar kirkju í sambandi við, at tað eru liðin 75ár, síðan kirkjan varð vígd.
Tað verður Uni Næs, dómpróstur, ið fer at prædika.
Nýggjur messuakul verður eisini tikin í brúk. Paulina Eliasen av Syðradali hevur sniðgivið og seymað.
Í bókini Nýggjari kirkjurnar, eftir J.P. Gregoriussen, stendur at lesa um grundgevingina fyri at byggja kirkju í Árnafirði:
Hin langi og torføri vegurin til sóknarkirkjuna í Klaksvík var fremsta orsøkin til, at 46 árnfirðingar, í august mánaði 1932, sendu umsókn til løgtingið um studning til gerð av nýggjari kirkju. Tað varð eftirlíkað, og í góðveðrinum, 10. oktober 1937, varð kirkjan vígd. Vígslutaluna helt J. Dahl, próstur.