Árliga stórkappingin nærkast

Seinni í hesum mánaðinum verður árliga stórkappingin í fimleiki. Sum vanligt eru tað bæði tey yngru og tey eldru liðini, ið fara at kappast. Kappingin hevur verið eitt afturvendandi tiltak seinnu árini, og undirtøkan millum fimleikarar hevur verið sera góð.
Í ár verður kappingin í Ítróttarhøllini á Hálsi, og kappast verður í vikuskiftinum 26. og 27. februar.