Árliga dansináttin á Øravík

Tíðindaskriv

Leygardagin 15. juli kl. 19.30 verður tann árlga dansináttin hjá dansifeløgunum í Suðuroy hildin á Hotel Øravík, har øll eru vælkomin.
 
Til døgurðan verða tríggir ymiskir rættir at velja ímillum: lambasteik, oksasteik og fleskasteik.
 
Tekning fer fram hjá dansifeløgunum í oynni ella hjá Hotel Øravík. Møguleiki er eisini fyri at gista á hotellinum. Kostnaðurin er kr. 180,-
 
Fyrireikarnir vóna, at nógv fólk koma til tiltakið.