Ørkymlan í Boston – eingin handtikin enn

Við spenningi verður nú bíðað eftir tíðindafundi í Boston seinni í kvøld. Tá verðu væntandi nýtt at frætta um tað, sum amerikanski miðlar kalla fyri »stórt framstig« í kanningini av bumbuálopinum í gjár.

Vónirnar eru tengdar at tí, sum vakmyndatól kunnu hava avdúkað – millum annað frá einum vøruhúsi, sum kann eyðmerkja ein persón, sum setir eina misteinkiliga tasku ella ryggsekk á gøtuna beint fyri næsta bumbubrestin, sum skakar alt økið undir kapprenningini.

Men hvat tað er, sum liggur í tí at »eyðmerkja«, er ikki greitt. Hinvegin er tað nú vist, at eingin enn er handtikin, so sum CNN segði fyrr í kvøld.

Sjónvarpsstøðin bygdi hetta á keldur frá politinum í Boston.

Sambært CNN er talan um ein myrkleiddan mann, sum er eyðmerktur á sjónbandaupptøkum, og sambært keldunum sæst maðurin seta frá sær eina svarta tasku á gøtuna, har onnur spreingingin var, og síðan sæst maðurin rýma.