Rivur í heimsins størsta flogfari

Verkfrøðingar hava funnið smáar rivur í nøkrum flogførum av slagnum Airbus A380, sum er heimsins størsta ferðamannaflogfar við plássi til millum 550 og 800 ferðafólk. Tað skrivar avstralska blaðið Sidney Morning Herald.

Sambært blaðnum er talan um fimm flogfør, men bara tvey teirra eru í flúgving. Annað flýgur fyri avstralska felagið Qantas og hitt fyri Singapore Airlines. Sum skilst eru rivurnar so smáar, at tær síggjast næstan ikki við berum eygum.

Talsmaðurin hjá Airbus-verksmiðjuni,, Stefan Schaffrath, sigur, at rivurnar ávirka ikki trygdina hjá flogførunum.