Ritu fyri Mása

Verður tað sum Jóhan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum ætlar, so siglir Ritan til Svínoyar og Fugloyar, áðrenn veturin kemur Í dag hevði Klaksvíkar kommuna biðið um fund við Jóhan Dahl, landsstýrismann, um farleiðina til Svínoyar og Fugloyar.

Við á fundinum vóru Jóhan Dahl og Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, umframt umboð fyri umsitingina og umboð fyri oyggjarnar.

Eftir fundin var púra greitt, at ætlanin er, at Ritan skal røkja siglingina til hesar oyggjarnar, áðrenn vetrarsiglingin byrjar.

Jóhan Dahl roknar við at finna fígging, samstundis sum hann er staðfestir, at farmaleiðin, sum hevur verið til Skúvoyar við Rituni eina ferð um vikuna, framvegis fer at vera veruleiki.

Másin siglir upp á lánta tíð, og frá august er óvist, um skipið verður góðkent av skipasýninum at sigla víðari.

Eyðun Jacobsen, fyrrverandi borgarstjóri í Svínoy fegnast, at eitt betri skip nú er ávegis.

Meirkostnaðurin fyri broytingarnar, ið helst fara fram á hesum leiðum, fer at liggja um eina fimm milliónir krónur um árið.