Tað er óneyðugt at samtykkja uppskotið frá Tjóðveldi um at rithøvundar og listafólk skulu hava samsýning fyri at arbeiða sum listafólk Tað heldur ein meirilutin í Mentanarnevndini hjá Løgtinginum. Av tí sama mælir meirilutin, sum er Magni Laksáfoss, Jógvan á Lakjuni, Eyðgunn Samuelsen og Marjus Dam, Løgtinginum frá at taka undir við uppskotinum.
Meirilutin sigur, at fyri tveimum árum síðani var sama uppskot felt, tí landstýrið arbeiddi við málinum.
Tað hevur ikki borið á mál, men nú hevur landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, boðað frá, at um stutta tí fer hon at skipa fyri einum aðalorðaskifti í Løgtinginum um málið.
Tí heldur meirilutin ikki, at tað er rætt at samtykkja hetta uppskotið.
Hinvegin tekur minnilutin í nevndini, sum er Sjúrður Skaale, Kári á Rógvi og Annika Olsen, undir við uppskotinum.
Tey halda, at tað er neyðugt, at føroyskir høvundar og listafólk fáa fáa samsýning, tá ið verk teirra eru vorðin týðandi í dygd og rúgvu.
Minnilutin heldur eisini, at vantandi játtan og ikki minst vantandi lógarkarmar, gera, at færri týðandi verk og færri týðandi listafólk megna at menna samleika, mál og mentan okkara.