Rithøvundar hittast

Um vikuskiftið vitja fjúrtan norðurlendskir rithøvundar Føroyar saman við ritstjórum frá forløgum í Grønlandi, Sámalandi, Svøríki, Noregi, Danmark, Íslandi og Finnlandi

Vitjanin er í samband við verkætlan, sum forløg í øllum norðurlondum saman við Bókadeild Føroya Lærarafelags skipa fyri. Verkætlanin skal enda við útgávu av stuttsøgusavni við kærleikssøgum fyri ungdóm. Hvørt landið hevur tvær stuttsøgur við í savninum, sigur Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Fleiri royndir rithøvundar koma higar, m.a. Johanne Algren úr Danmark, Annelis Johansson úr Svøríki, Lars Mæhle og Ingelin Røssland úr Noregi, ið bæði eru royndir rithøvundar, sum hava skrivað fleiri bøkur.

Sekstan stuttsøgur skulu viðgerast í tveir dagar, so lítil tíð verður til annað enn arbeiði. Forløgini, ið eru við í verkætlanini, eru takksom fyri nýggju skipanina, Kulturkontakt nord, tí henda skipan og stuðul ger tað møguligt at fara í holt við eina slíka verkætlan. Føroya Lærarafelag, Tórshavnar býráð og Føroyaprent hava eisini stuðlað tiltakinum.

Fyrireikararnir vænta, at luttakararnir fara at fáa ein hóp burturúr. Teir hittast og kunnu tosa saman um sítt fak, at skriva, og øll fáa íblástur og góð ráð um rithøvundavirki frá royndum ritstjórum og bókmentafrøðingum.