Síðan føroyska lógin um upphavsrættindi kom í gildi í 2013, hava rættindahavarar einki viðurlag fingið fyri margfalding og nýtslu av verkum teirra í skúlum og almennum stovnum, hóast tey sambært lógini hava rætt til tess. Tað merkir at tekstir, myndir og tónaverk, sum rithøvundar, journalistar, myndlistafólk, fotografar og tónaskøld hava skapað, verða nýtt sum undirvísingartilfar, uttan at hesu fólk fáa eitt oyra afturfyri.
Áðrenn nýggja lógin kom í gildi hevði Fjølritagrunnurin ein sáttmála við Føroya Landsstýri. Fjølritagrunnurin hevði rætt at krevja pening fyri margfelding av vardum tilfari í skúlanum. Peningurin varð settur í grunnin og síðani latin listafólkum eftir umsókn.
Tá nýggja lógin kom í gildi, segði Mentamálaráðið, sum umsat Fjølmiðlagrunnin, sáttmálan millum grunnin og Føroya Landsstýri upp. Nýggjur sáttmálar skuldu gerast við støðið í nýggju lógini, men nú, fýra ár seinni, er eingin nýggj avtala gjørd og rithøvundar, journalistar, myndlistafólk, fotografar og tónaskøld fáa ikki eitt oyra, tá verk teirra verða margfaldað og nýtt í skúlum og á almennum stovnum.
Rithøvundafelagið tekur nú stig til ein kunnandi fund um støðuna í málinum. Sum skilst er ein nýggj avtala á gáttini, men enn er ikki leyst og liðugt. Høvuðsmunurin millum gomlu og nýggju lógina er, at sambært nýggju lógini skal avroknast við hvønn einstakan rættindahavara og tí er ikki lógligt at savna peningin í ein grunn longur.
Hetta fer eyðsæð at økja um umsitingina av viðurløgunum, og tí má avgerð takast um, hvør skal standa fyri umsitingini av arbeiðinum. Rithøvundafelagið fer tí at skipa fyri almennum fundi, har umboð frá Rithøvundafelagnum greiða frá støðuni og umboð frá CopyDan Tekst og Node fer at kunna um, hvussu hetta verður umsitið niðri. Fundurin verður í annaðkvøld klokkan 19.30 í Perluni í Havn.