Ritan avlýst vegna veður

Strandfaraskipið hevur avlýst túrarnar í dag vegna vána veður.

Mánadagin í næstu viku er fyrsti vetrardagur, men vetrarveðrið við nógvum vindi er longu komi til Føroyar.


Ein fastur táttur um veturin eru avlýsingarnar frá Strandferðsluni, tá veðrið er vánaligt. Strandferðslan boðaði frá slíkari avlýsing fyrr í dag, tá stovnurin upplýsti, at ongin sigling verður til Svínoyar og Fugloyar í dag vegna vána veður.


Sambært norsku veðurstovuni YR.no, so liggur miðal vindstyrkin í løtuni um 17 metrar um sekundið úr landnyrðingi.


Tað er strandfaraskipið Ritan, ið røkir siglingina millum Hvannasund, Svínoy, Kirkja og Hattarvík.