Rishi Sunak skrivar út val í Bretlandi í heyst

Mest sannlíkt skulu bretar á val í heyst

 

Rishi Sunak var í dag á vitjan í Mansfield. - Foto: Jacob King/Ritzau Scanpix

Soleiðis miðar forsætisráðharrin í Bretlandi, Rishi Sunak, at skriva út tjóðartingsval at vera í seinni hálvari í 2024.

Tað skriva tíðindastovan Reuters og Sky News.

– Eg arbeiði út frá tí, at vit hava tjóðartingsval í seinna hálvári í ár, og til ta tíð er nógv, sum eg fegin vil arbeiða við, segði Sunak seinnapartin.

Boðini komu undir eini vitjan í mið Onglandi.

– Eg vil fegin halda fram við at handfara búskapin á ein góðan hátt og minka um skattirnar. Tað eru nógv ting at halda fram við, segði Sunak.

Tað skal í seinasta lagi verða val í Bretlandi í januar næsta ár.

/ritzau/

 

Rishi Sunak var í dag á vitjan í Mansfield. - Foto: Jacob King/Ritzau Scanpix