Risaundirskot í Sparikassanum

Føroya Sparikassi hevði fyrstu seks mánaðirnar í ár eitt undirskot áljóðandi 54 millíónir krónur. Orsøkin er aftur hesaferð alivinnan

ROKNSKAPUR

Alivinnan er í kreppu. Og kreppan hon merkist. Í síðstu viku almannakunngjørdi Føroya Banki eitt hálvársúrslit við halli áljóðandi 23 millónir.
Nú hevur Føroya Sparikassi eisini almannakunngjørt eitt hall fyri virksemið hjá bankanum fyri fyrstu seks mánaðirnar í ár.
Eins og hjá Føroya Banka er alivinnan orsøkin til hallið. Føroya Sparikassi hevur fyrsta hálvár bókað burturleggingar fyri í alt 138 milliónir, har meginparturin er farin til at leggja upp fyri tapi í sambandi við lánveitingar í alivinnuni.
Sosatt er ein vinningur upp á 23,5 mió. fyrstu seks mánaðirnar í fjør vorðin til eitt risastórt tap.

Líkist
Við hálvársroknskapunum hjá Føroya Banka og Føroya Sparikassa ber til at gera sær eina mynd av støðuni í alivinnuni og samfelagnum. Hesir báðir størstu peningastovnarnir í Føroyum fíggja umleið helvt um helvt av alivinnuni, og kreppan merkist í báðum støðum.
Men burtursæð frá alivinnuni stendur betri til enn nakrantíð. Hálvársúrslitið hjá Føroya Sparikassa gav ein vinning av fíggjarpostum áljóðandi 137 milliónir, sum er 34 millíónir meira enn í fjør og metstórt. Trupulleikin er alivinnan.
Forstjórin í Føroya Sparikassa, Marner Jacobsen, sigur, at roknað verður við, at úrslitið fyri alt árið fer at javnviga.
Tann óvanliga svára kreppan í alivinnuni setur nú síni týðiligu spor í
roknskapinum hjá Sparikassanum. Nógv tann størsti parturin av teimum 138 mió.kr. eru burturleggingar upp á alivinnuna, sum er sera illa fyri orsakað av fiskasjúkuni ILA og óvanliga lágum laksaprísum", sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Føroya Sparikassa, sum tó fegnast um, at úrslitið av vanliga rakstrinum gjørdist metgott, verður sagt í tíðindaskrivi.
Samstundis verður viðmerkt, at at munandi minni av smolti verður sett út í ár í mun til í fjør. Virksemið í alivinnuni verður tí nógv skert í framtíðini.

Tøl
Hóast eitt risastórt hall, so er fer Føroya Sparikassi ikki av knóranum í morgin. Eginogning er 827 milliónir, og solvensurin er góður, verður sagt. Sostatt tolir Føroya Sparikassi eitt tílíkt undirskot á hesum sinni.
Men vánaliga hálvársúrslitið merkir sjálvandi virðið á partabrøvunum og vinningsbýtið skeiva vegin. Útláni hjá Føroya Sparikassa var 30. juni 3,96 milliardir, og innlánið 3,83 milliardir.
Tað kostaði 62 milliónir at reka Føroya Sparikassi fyrstu seks mánaðirnar av 2003. Inntøkan av ómaksgjøldum vaks við tveimum milliónum til 9,9 milliónir, og skuldin hjá Føroya Sparikassa til lánistovnar vaks við 317 milliónum, men fíggjarstøðan er sum heild rættilig góð við yvir áttahundrað milliónum í eginpeningi.