Øll sum bera likamligt ella sálarligt brek, og sum tískil ikki kunnu ferðast einsamøll, fáa nú munandi betri umstøður umborð á Norrønu. Smyril Line er nevniliga fyrsta privata fyritøkan, sum ger avtalu við MBF um fylgjarakort. Tað merkir, at fólk, sum ikki kunnu ferðast einsamøll, fáa nú fylgjara við fyri einki, tá ið tey ferðast við Norrønu.
Higartil hava tey rindað fyri tveir ferðaseðlar, tá ið tey hava ferðast, tí tey hava verið noydd at rinda fyri fylgjaran eisini. - Hetta er ein ógvuliga spennandi og tað er eitt nýbrot á brekøkinum, at vit hava fingið eina skipan við fylgjarum í Føroyum. Tað kemur ómetaliga væl við, sigur Tóra við Keldu, forkvinna í Meginfelag Teirra Brekaðu, MBF. Hon sigur, at arbeiðið at fáa fleiri við í hesa avtaluna um fylgjarakort, fer at halda fram, so at hon fevnir so víða sum gjørligt. Eitt, sum liggur fyri í næstum er at samráðast við kommunufelagið um at fáa eina avtalu til svimjihallir. - Talan er ikki um at geva fólki við breki framíhjárætt, men at geva teimum sama rætt, sum øll hini, sigur Tóra við Keldu.
Martin Dam Joensen, leiðari á søludeildini hjá Smyril Line, heldur, at tað er sjálvsagt, at tey eru við í eini skipan, ið lættir um hjá teimum, sum eru soleiðis fyri, at tey ikki kunnu ferðast einsamøll. Søluleiðarin sigur, at málið má vera, at øll skulu hava javnbjóðis rætt at ferðast, og at tað skal ikki vera dýrari hjá fólki, sum bera brek av ymsum slagi, at ferðast. Fólk, sum eru rørslutarnað, hava ofta avlamisbil og mangan eru teir størri enn aðrir bilar, tí pláss skal vera fyri koyristóli.
Av røttum kosta teir sostatt meiri at hava við sær við Norrønu, enn vanligar bilar, men Smyril Line hevur leingi havt ta skipan, at tey skulu ikki rinda fyri meir enn tað, ein vanligur persónbilur kostar, og tann skipanin heldur fram. Søluleiðarin sigur, at á Smyril Line tey hava eina fasta mannagongd, so at rørslutarnað, sjónveik, og onnur, sum mugu hava fylgjara við, fáa eina so góða ferð, sum gjørligt. - Tá ið ferð verður bíløgd til fólk við serligum tørvi, fær manningin boð um tað, so at tey eru til reiðar at taka ímóti teimum. Og hava tey bil við, verða teir leiddir so at teir koma at standa beint við eina lyft.
Norrøna hevur eisini seks kømur, sum eru serliga innrættað til rørslutarnað við ongum gáttum, breiðum hurðum o.s.fr. Annars er skipanin við fylgjarakorti galdandi fyri hesar stovnar: Norðurlandahúsið, Søvn Landsins, Listasavnið, Tjóðpallin, Ítróttarsamband Føroya og Strandferðsluna.
Myndirnar vórðu tiknar, tá ið Tóra við Keldu og Martin Dam Joensen skrivaðu undur avtaluna á brúnni á Norrønu.
|