Risastóri bygningurin há gamla Bacalao á Vestaru bryggju í Havn, skal verða eitt nýtt savningarstað hjá havnarfólki.
Tað ætlar Bogi Andreasen, býráðslimur, og formaður í vinnunevndini hjá býráðnum.
Hann sigur við Sosialin, at talan skal vera um alskyns virksemi, sum fer at draga fólk á Vestaru Bryggju. Og eitt, sum hann kundi hugsað sær, var at gjørt inandura marknaðir av ymsum slagi, har veður og vindur onga ávirkan hevur.
Eitt, hann hugsar um, er at gera ein matmarknað, tað er tað, sum aðrastaðni verður kallað »street food«
Tað er at fólk koma við matvørum, sum tey gera á staðnum, sum fólk so kann keypa. Talan er ikki um stórar fyritøkur, men oftast um einstaklingar sum bjóða skundverðar av ymiskum slagi fram.
Umframt hetta so er eitt rættiliga langt høli, har vinnunevndarformaðurin hugsar sær, at til ber at hava markna til dømis hvønn leygardag við føroyskum vørum.
– Hetta kann gerast sum evnisdagar, har landbúnaðarvørur eru á skránni ein leygardag, fiskavørur ein annan og so framvegis, sigur hann við Sosialin.
Stóri bygningurin hevur staðið tómur fyri ein stóran part í mong ár, men í niðastu hæddini heldur Barðið til og tað er einasta landingarmiðstøð í Havn, og tað virksemi fer at halda fram. Annars húsast ymiskt frítíðarvirksemi eisini í øðrum hæddum í bygninginum.
Men har eru einir 6.000 til 7.000 fermetrar tilsamans, sum kunnu brúkast til alskyns endamál.
Bygningurin er stórur hann er ikki innrættaður, og tí liggur væl fyri at brúka hann til alskyns endamál.
– Fyri ikki so langari tíð síðani hevur kommunan fingið eina áheitan frá einum súkklufelag um at sleppa inn á Bacalao og gera súkklubreyt til teirra, sum súkkla á rampum og gera ymisk kynstur har.