Risastórt framstig fyri Skálafjørðin

- Um tunnilsprísirnir lækka við umleið einari helvt, so fari eg at brúka Eysturoyartunnilin, sigur Sólfinn Hansen.

 

Ætlar tú tær at ein túr gjøgnum Eysturoyartunnilin í morgin?

- Ikki í morgin, tí eg vænti sera nógva ferðslu júst tann dagin, men væntandi ein av hinum ókeypis døgunum fram til nýggjárs.

Tað sigur Sólfinn Hansen.

Hvat heldur tú um hesa útbygging av vegakervinum?

- Hon er eitt framstig, men ikki so stórt framstig, sum hon kundi verið. Prísirnir eru ov høgir til, at vit fáa fulla nyttu burtur úr Eysturoyartunlinum. Hugsast kann, at serliga norðoyingar og fólk norðantil í Eysturoynni fara at brúka gomlu farleiðina av tí sama. Fyri fólk við Skálafjørðin er tunnilin tó eitt risastórt framstig, tí tey fáa eina tíðarsparing, ið munar.

Kann tað hugsast, at tú fert at brúka Eysturoyartunnilin sum farleið?

- Ikki sum prísirnir eru nú. Eg eri ikki dagligur ella vikuligur gestur í Tórshavn, so fyri meg gera eyka minuttirnir at koyra gamla vegin ikki tað stóra. Túrarnir eru ikki so mangir. Men, um prísirnir lækka við umleið einari helvt, so fari eg at brúka tunnilin, sigur Sólfinn Hansen.