Haldórsvík: Tað vóru tær tíðir, tá nógv virksemi var í bygdini.
Flakavirkið í bygdini gav arbeiði til nógvar víkarhendur og fólk úr øðrum bygdum. Skuldu fólk til handils, so var tann møguleikin somuleiðis til staðar her.
Í dag er hvørki teirra í Haldórsvík, og líkt er neyvan til, at nakað slíkt arbeiðspláss verður aftur í bygdini enn á sinni.
- Tað er eingin ivi um, at flakavirkið helt nógvum fólki til bygdina, slær Elsa Andreasen, ið eisini er bygdaráðslimur í Sunda kommunu fast.
Ístaðin eru nógv víkarfólk sum arbeiða aðrastaðni. Elsa lesur til námsfrøðing í Havn, og liggur hetta væl fyri, tí tað einans eru 45 minuttir hagar við bili.
- Eg haldi eisini, at vit ungu halda tað vera fínasta slag at búgva her. Tað er so eingin forðing fyri nøkrum, hóast fleiri møguleikar og tilboð eru aðrastaðni.
- Eg havi so ongar ætlanir um at flyta aðrastaðni, sigur ungi bygdaráðslimurin og námsfrøðislesandi víkarkvinnan.
Eitt hús bygt
Fólkatalið í Haldórsvík hevur í mangar mátar fylgt gongdini í øðrum bygdum kring landið: Tað toppaði miðskeiðis í 80’unum, men er síðani lækkað ár undan ári.
Í 1985 búðu sostatt beint omanfyri 200 fólk í Haldórsvík, meðan talið í fjør var komið niður á 137 og er í dag 135. Hinvegin vóru fleiri børn fødd í fjør - ikki færri enn seks í tali.
Hagtølini vísa kortini á tann veruleikan, sum bygdarfólkið sjálvt hevur kunnað staðfest: At fólk flytir av bygdini.
- Vit hava sæð, at nógv fólk er flutt av bygdini, - nógv av teimum suðureftir, serliga til Norðskála. Tað harmiliga er eisini tað, at nógv av tí unga fólkinum fer av bygdini.
- Hyggja vit hinvegin eftir teimum sum vilja seta búgv, so er bert eittans húsið bygt her í bygdini í nýggjari tíð. Hóast grundøki eru at fáa her, so hevur tað tíverri bara gingið ein veg, staðfestir Elsa Andreasen.
Sjálv lærir hon til námsfrøðing í Havn, men hevur ongar ætlanir um at búgva aðrastaðni enn í heimbygdini.
Hvørki arbeiði ella handil
Ein annar viðkomandi spurningur - bæði politiskt og demografiskt - er, hví fólk ikki vil búgva ella byggja í hesi vøkru bygdini.
Útsýninum hjá víkarfólki bilar einki; her er vegasamband, um enn vegurin kundi verið breiðari; her er skúli og dagrøkt; her er kirkja og samkomuhús; her er stuttur vegur til meginøkið; og her kann ein saktans búgva og arbeiða í Havn ella aðrastaðni.
Hinvegin er einki arbeiðspláss og her er heldur eingin handil. Millum mangt annað gjørdi hetta sítt til, at trivnaður var í bygdini og fólk støðaðust hesa tíðina. Støðan er ikki heilt soleiðis longur.
Elsa hevur eisini hugsað nógv um henda spurningin, og fyri hana er lítil ivi um, at eittans orðið kann svara viðkomandi spurninginum:
Tilboðini eru ov fá í bygdini.
Koyring og koyring
- Tað er bara ein sannroynd, at fólk í dag krevja meiri, enn tey gjørdu áður. Og nógv eru eisini troytt av at skula koyra til alt, greiðir hon frá.
Tað vísir seg, at um fólk flyta suður á Norðskála, so eru tey munandi tættari við allar tær tænasturnar sum fólk seta í dag.
Har er stórur skúli, stórur barnagarður og ikki minst møguleikar at fara til handils at keypa matvørur, klæðir og annað.
Fyri tey fótbóltshugaðu er somuleiðis munandi styttri vegur at fara haðani til venjing ella dyst á vøllinum við Margáir í Streymnesi, enn úr Haldórsvík.
- Og tað er sjálvandi eisini betri at sleppa undan at koyra allar hesar túrarnar norður higar á vetrartíð, slær Elsa fast.
Skúlin dregur
Hóast víkafólk hava sæð og staðfest, hvussu fólk flyta av bygdini, eru kortini nøkur ungfólk eftir enn, sum ikki hava stovnað familju.
- Tað vísir seg, at fólk flyta hagar sum tilboðini eru. Og tað er sjálvandi sera harmiligt, tá fólkatalið soleiðis minkar í heimbygdini. Men hinvegin, so skilji eg væl at tey ungu flyta aðrar staðir.
- Vit hava ein góðan skúla her í bygdini, men sum gongdin er og sum útmeldingarnar í løtuni eru frá politiskari síðu, er tað nokk bara ein spurningur um tíð, hvussu leingi vit sleppa at varðveita okkara skúla, sigur hon eitt sindur hørm á málinum.
Tað er tó eitt samstarv á millum tær báðar grannakommunurnar, Eiðis kommunu og Sunda kommunu um samanlegging av skúlunum.
- Fyri meg er kortini eingin ivi um, at um ein hevur ein skúla í bygdini, so dregur hann fólk til sín.
Hvussu steðgar ein fráflytingini?
Tað er kanska ikki so lætt at síggja tað um summarið, men um veturin er tað meiri sjónligt, hvussu fólk eru flutt av bygdini.
Tá er einfalt at staðfesta, at nógv hús í bygdini standa tóm, og at tað bert er ljós í teimum, um fólk kemur at ferðast um summarið ella veturin.
Onkur kundi sagt ella spurt, hví tey ikki bara selja hesi húsini, soleiðis at onnur kundu flutt inn í tey. Men tann stóri spurningurin er altíð, hvat fólk flyta frá og hvat tey flyta til.
Fleiristaðni kring landið hevur tað víst seg, at um fólk fyrst byrja at flyta frá einum plássi, so fylgja fleiri eftir. Tí er hetta eisini eitt mál, sum tær einstøku kommunurnar eiga at hava frammarlaga í ætlanum sínum: Hvussu steðgar ein fráflytingini?
- Tað er okkara uppgáva, sum bygdaráðslimir at skapa umstøður hjá fólki at kunna seta búgv. Og ikki minst at skapa okkurt á staðnum, um møguleiki eru fyri tí, staðfestir Elsa.
Fyri fólkið í Haldórsvík er eingin ivi um, at hetta málið hevur skund. Við hetta lag gongur tað skjótt tann skeiva vegin.
Hinvegin kunnu víkarfólk fegnast um, at fólkatalið í ár er økt við einum fólki, sum flutti úr útlandinum til Haldórsvík:
Við ársbyrjan vóru tey 134. Men 1. februar vóru tey 135.