Ringo Starr verður riddari

Hann verður næsti limurin í the Beatles, ið verður útnevndur til riddara av bretska ríkinum

Hóast tónleikabólkurin the Beatles er viðurkendur sum ein tann størsti bólkurin, ið heimurin hevur sæð, so er tað einans ein av limunum í bólkinum, ið er kosin til riddara av bretska ríkinum. Ein heiður, ið verður mettur at vera tann størsti, ið ein breti kann fáa.


Higartil er Sir Paul McCartney tann einasta av teimum, ið hevur fingið hendan heiðurin, men sambært bretskum miðlum, so verður hann ikki einsamallur leingi aftrat. 77 ára gamli Ringo Starr, trummusláarin í bólkinum, verður nevniliga eftir ætlan útnevndur til riddara, tá drotningin útnevnir nýggjar riddarar á nýggjárinum.


Sambært the Daily Mail, so bleiv Ringo Starr longu útnevndur til MBE, Member of the Order of the British Empire, í 1965, men hevur verið noyddur at bíða 52 ár áðrenn hann kom upp á næsta tignarstigið í bretska ríkinum.


Veruliga navnið hjá Ringo Starr er Richard Starkey, og upplýsa bretski miðlar, at hann fær heiðurin fyri sína tænastu til tónleik og vælgerandi endamál.


Hóast Ringo Starr verður tann næsti limurin í the Beatles, ið verður útnevndur riddari, so er hann tann triði, ið hevur fingið bjóðað heiðurin. Sambært the Daily Mail, so valdi John Lennon nevniliga at takka nei til heiðurin.