Ringkøbing vann á útivølli

Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing eru nú bert stig frá einum endaspælsplássi í bestu donsku hondbóltsdeildini

Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing spældu í kvøld dyst á útivølli móti Bjerringbro í bestu donsku hondbóltsdeildini. 

 

Væl hilnaðist hjá Ringkøbing, ið vann dystin 28-22. Í steðginum var Ringkøbing á odda 15-12.

 

Rakul bjargaði seks av 25 málroyndum, ið er eitt bjargingarprosent upp á 24 prosent. 

 

Jana Mittún slapp ikki nógv upp í part tá lið hennara, Viborg á heimavølli vann trivaligan 32-23 (14-11) sigur á Aarhus United.

 

Súna K. Hansen var ikki við á liðnum hjá Ajax, ið tapti stórt 17-37 (11-18) fyri greiða oddaliðnum, Team Esbjerg á útivølli.

 

Komandi mikukvøld tekur Ringkøbing móti Team Esbjerg á heimavølli. Sama kvøld spælir Viborg útidyst móti Keypmannahavn, og Ajax spælir á útivølli móti Nykøbing Falster. 

 

Støðan:

 

Nr.LiðDystirStig
1Team Esbjerg1428
2Ikast 1526
3Odense 1526
4Nykøbing Falster 1520
5Viborg HK1516
6SønderjyskE 1514
7Silkeborg-Voel  1514
8Keypmannahavn1514
9Skanderborg1513
10Ringkøbing 1513
11Aarhus United1510
12Horsens 157
13Bjerringbro 147
14Ajax 150