Leygardagin 24. mai fáa Føroyar nýggjan ÍSF-forseta. Nýggjur ÌSF-forseti verður antin Annsy Høghamar ella Sølvi Reinert Hansen, sum eru tey bæði valevnini til ÍSF-forsetasessin. Ítróttarfólk, nevndarlimir í ítróttarfeløgum og onnur áhugað fáa nú høvið at stilla spurningar til bæði valevnini. Annsy Høghamar og Sølvi Reinert Hansen verða gestir í Seinnapartssendingini á Rás2 fríggjadagin, eftir tíðindini kl. 15. Tá ber til at ringja inn á tlf.nr. 31 13 31 og stilla viðkomandi spurningar til Annsy og Sølva. So er ikki at lata hetta høvið frá sær.