Talið á deyðum eftir vatnflóð og skriðulop í Brasil teir seinastu dagarnar veksur í hvørjum, og nú siga myndugleikarnir, at meiri enn 500 fólk hava latið lív. Skriðulopini raktu nakrar fátækrabygdir nærhendis Rio de Janeiro, og teir lokalu myndugleikarnir har søgdu í gjárkvøldið, at 506 fólk vóru funnin deyð.
Serliga bygdirnar Petrópolis og Teresópolis nordan fyri Rio de Janeiro eru meint raktar.
Brasilsku fjølmiðlarnir siga, at hetta er tann ringasta náttúruvanlukkan í landsins søgu, tí hon hevur kravt munandi fleiri mannalív enn jarðskjálvtin við býin Caraguatatuba í 1967, tá millum 300 og 450 fólk doyðu.